Summartónar til morgunløtuna

8. juni 2022

Nú summarið er í hondum, høvdu bæði skúlakórini saman við skúlahornorkestrinum í morgun eina konsert fyri næmingum í 1. til og við 5.flokki. Samstundis var hetta fyrsta konsertin hjá hornorkestrinum á Skúlatrøð.

Við summartónunum takkaðu tey fyri skúlaárið, og koma tey sterkt aftur eftir summarsteðgin. Sera dugnaligir næmingar, bæði tá ið hugsa verður um sang og hornblástur.

Takk fyri løtuna!