Næmingarnir í Starabúrinum

10. juni 2022

Í mai mánaði vitjaði 1.d á Skúlatrøð Starabúrið, sum abbi Victori í flokkinum eigur. Inni á heimasíðuni hjá Starabúrinum stendur undir heitinum Fólksins radio millum annað soleiðis greitt frá um sendingarnar:

Afturat lurtaraynskjum og práti millum vertirnar hava eisini ymisk evnir verið frammi í Starabúrinum. Fokusið hjá okkum liggur í høvuðsheitinum á ymiskar lívssøgur og hendingar í lokalsamfelagnum og annars runt í Føroyum. Hetta verið seg bæði innnan vinnu- og arbeiðslív, frítíðarvirksemi, átrúnaðarlív og familjulív.

Tá ið næmingarnir í 1. flokki hendan dagin vóru á vitjan í Starabúrinum, syngu tey fimm sangir, sum abbi Victor, sum eisini eitur Victor, tók upp. Tað ljóðaði so sera væl.

Lurta her eftir Faðir fylg mær hendan dag og Rita navn títt nær í hjarta:


Flokkurin undraðist á, hví sendingin eitur Starabúrið. Anton fekk høvi at seta Victori hendan spurning. Frágreiðingin var tann, at hølisumstøðurnar vóru lítið størri enn eitt starabúður, tí passaði navnið so væl. Eisini eru starar lokalir, júst sum Starabúrið, fólksliga radioið, jú er.

Aftan á fingu børnini sunkist, keks og frukt. Hetta var ein sera góð og lærurík løta. 

Vit takka Victori og Gunnleyg fyri blíðskapin.