Binda blómukrans við summardáum

13. juni 2022

Tað var líka við, at næmingarnir í 1. flokki ynsktu sær blómubinding á tímatalvuna, tá ið tey í farnu viku fingu serstøku uppgávuna at binda blómur. Tað gekk nevniliga betri enn væl hendan góða dagin á Viðareiði.

Mitt í vøkru náttúruni lærdi Jóna, sum er mamma Ellu í flokkinum, 1.d at binda blómukransar. Prátið gekk væl, og tað var bæði hugtakandi og læruríkt hjá næmingunum at finna summardáar og síðani at binda tær saman. Sum myndirnar vísa, so vóru næmingarnir ágrýtnir og væl kom burturúr.

Tað er frálíkt eisini, tá ið foreldur eru við at læra frá sær og at koyra. Hjartaliga takk fyri tað!