Summarið er komið
21. juni 2022
Í dag byrjar summarfrítíðin hjá næmingunum. Skúlaárið er nú liðugt og gott verður hjá næmingum og starvsfólki at fáa ein steðg, til vit møtast aftur í august.
Dagurin var skipaður sum ein ruddi- og grilldagur. Byrjað var at rudda skúlastovurnar og fáa seinastu bøkurnar upp á pláss. Síðani vóru allir næmingarnir bodnir til grillirnar at fáa hvør sín franskan hotdog og sunkist.
Afturvið var livandi tónleikur frá skúlaorkestrinum, næmingum í 5. flokki og skúlakórinum.
Ein frálíkur endi á einum læruríkum ári.
Vit ynskja øllum, sum í ár hava lokið fólkaskúlaprógv hjartaliga tillukku við próvnum og ynskja tykkum alt tað fagrasta í komandi tíð.
Góða summarfrítíð!