Takk fyri, Emil!

23. juni 2022

Í dag var fráfaringarløga fyri Emil Jacobsen, sum hevur starvast sum lærari á Skúlatrøð. Umframt felagssang og ábit, vóru røður á skránni.

Emil tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1989 og gjørdist tá lærari í Skúlanum á Ziskatrøð. Hann var í farloyvi frá 1993-96 og var tá lærari á Húsum, men Emil kom aftur til Klaksvíkar at verða lærari.

Í skúlanum undirvísti Emil í ymsum lærugreinum. Tað lá væl fyri hjá honum við teimum handaligu fakunum, sum t.d. evning og smíð. Hann hevði landalæru og søgu og eisini náttúru og tøkni, sum honum dámdi væl. Vit eru mong her í skúlanum, sum hava ráðført okkum við Emil um bæði eitt og annað, tí Emil er góður í ráðum.

Nú, ið Emil fer frá sum lærari, fer hann ikki at sita hendur í favn, tí hann hevur mong áhugamál og man fara at takast við ymiskt bæði her í Klaksvík og á Húsum.

Vit, ið hava arbeitt saman við Emil hesi mongu ár, hava alt gott at bera honum, og ynskja honum og hansara eina bjarta framtíð og Harrans signing.