Hvussu verða oyggjar til?
Ja, hvussu verða oyggjar til?
Hetta er ein góður spurningur, sum forvitin fólk og granskarar hava sett og avgjørt at finna útav og vita meira um. Tá granskarar finna útav tí løgna, sum hendir rundan um okkum, so spyrja teir aðrar granskarar, um teir eru komnir til somu úrslit. Eru teir komnir til somu úrslit, so kunnu teir siga tað fyri øðrum og geva tað út í bók ella skriva eina grein.
Náttúru og tøkni bókin til 6. flokk viðger evni Jørðin - evni í undirgrundini, har fáa vit nógv áhugavert at vita um, hvat hendir inni í jørðini og uttaná.
Í Náttúru og tøkni hevur 6.d lært um jørðina og evni í undirgrundini. Í hesum sambandi hava tey gjørt ymiskar royndir, sum kunnu vísa, hvussu tilfarið inni í jørðini arbeiðir. Eisini hava tey undrast á og fingið svar uppá, hvat eitt gosfjall er, og hvussu tað uppførir seg, hvussu og hví jarðskjálvtar henda, hvussu Íslandsryggurin og Grønlandsryggurin vóru til, og eisini hvussu oyggjar sum til t.d. Hawaiioyggjarnar vórðu til?
Hetta er áhugavert at vita og læra um, og tpraktiskar royndir hjálpa okkum at skilja, hvussu alt fer fram.
Náttúra og tøkni eru ein spennandi lærugrein.















