Matarsteðgurin - hæddarpunktið á degnum

20. september 2022

Matarsteðgurin  - hæddarpunktið á degnum
 

Matarsteðgurin er ein steðgur, sum flest øll gleða seg til. Tá dagurin byrjar klokkan 7, so eru næmingarnir svangir, tá matarsteðgurin kemur.

 

Matarhøllin í nýggja bygninginum rúmar umleið 250 næmingum, og tí eta allir árgangirnir ikki samstundis. Grunddeildin etur í bygninginum við Ósánna, og miðdeildin og hádeildin eta í matarhøllini í nýggja bygninginum. Grunddeildin og hádeildin hava matarsteðg 11:15 – 11:35, og miðdeildin hevur matarsteðg kl. 10:30 – 10:50.

 

Tá matarsteðgur er, er stúgvandi fult í matarhøllini. Í hvørjari deild eru áleið 250 næmingar, so tað bæði sæst og hoyrist, tá matarsteðgur er.

 

Matarsteðgurin er ein løta, sum flestu næmingar og starvsfólk síggja fram til. Tað er gott at fáa ein góðan matpakka, og longu áðrenn lokið verður tikið av, rennur saftin úr tonnunum.

 

Matpakkin er ikki bara ein eskja við mati. Matpakkin er eisini ein flógv kærleiksheilsan heimanífrá, sum gevur tryggleika í stóra skúlarúminum og rokaliga skúladegnum.  Matpakkin skal tí ikki undirmetast.

Matpakkin er eisini týdningarmikil á tann hátt, at hann er orka til heilan, so heilin eisini hevur nóg mikið at arbeiða við aftaná matarsteðgin.

 

Tað er ógvuliga umráðandi fyri næmingin, at viðurskiftini um matpakkan eru í lagi, og at matpakkin altíð er við í skúla. Øll børn skulu hava matpakka við í skúla, tí hesa savningarløtuna, skal ongin sita við ongum.

 

Næmingarnir sita saman við sínum flokki í eini langari ál við 26 plássum. Nakrir flokkar sita við rund borð. Næmingarnir eru upptiknir av matpakkunum hjá hvørjum øðrum. Teir eru forvitnir og spyrja hvønn annan um tað, sum er í og fáa íblástur frá øðrum matpakkum.

Matarsteðgurin er fyri mong hæddarpunktið á degnum. Ein góð savningarløta, sum letur upp fyri samrøðum og sambondum yvir um borðið.