Ferðin er ókeypis og lærurík

26. september 2022

Ferðin er ókeypis

 

Eina ókeypis ferð, har tú kanst ferðast skjótt til og frá? Hana fært tú í bókini. Tú kanst fara á eina ókeypis ferð, tá tú lesur. Tú kanst enntá fara á eina ótrúliga ferð, har tú hevur evnir, sum tú ikki visti um. Tú kanst uppliva hendingar, sum tú ikki visti vóru møguligar. Tú kanst uppliva at verða kensluliga ávirkaður, og at kroppurin reagerar av eini spentari støðu í bókini, tú ferðast í.

 

Umframt nevndu upplivingar, eru eisini fleiri fyrimunir við at lesa. Lesing styrkir tíni evni at ímynda tær tað, sum hendir í bókini. Tú kanst liva teg inn í støðurnar hjá persónunum, tú lesur um, og tú kanst gera innaru myndir og enntá halda, at tú hevur sæð filmin av bókini.

 

Minnið verður styrkt og evnini at hugsavna teg verða styrkt. Hetta stimbrar heilan. Tað verður sagt, at orð er vitan, og tá tú lesur, so økist tín vitan við tínum vaksandi orðfeingi. Allir hesir fyrimunirnir styrkja teg, sum lesur, og tú fært eina góða kenslu av vælveru. Lesingin hjálpir tær at slappa av, so tú verður í góðum lag, og hon fyribyrgir strongd.

 

Fakligu fyrimunirnir við at lesa eru eisini, at lesing styrkir evnini at skriva og orða seg og økja so eisini um møguleikarnir at klára eina hægri útbúgving.

 

Lesingin er ein arvur ella ein dýrgripur, um tú vilt, ið vaksin, lærarar, foreldur og onnur, hava skyldu at geva unga ættarliðnum. Ábyrgdin liggur á øllum. Her kunnu øll vera við at geva sítt íkast og eggja ungum at lesa.

 

Á skúlanum verður ymiskt gjørt fyri at stimbra lesihugin hjá næmingunum. Bókasavnið hevur her eina ábyrgd og ein stóran leiklut í at stimbra lesihugin.

Eitt íkast hjá bókavørðunum er at vísa á ymsar bøkur til ávísu floksstigini. Bókavørðirnir hava verið við til morgunsangin og havt upplegg um, hvørjar bøkur kunnu viðmælast. Her verður millum annað víst á ymsu sjangrurnar og ávísar bøkur til sjangrurnar. Eisini verður eitt brot lisið upp úr bókini. Hetta virkar sum ein brellbiti og kann fáa næmingarnar at velja júst hesa bókina. Tað er eisini umráðandi at vísa á yrkisbøkur sum ein møguleika, tí vit eru ymisk og fleiri eru forvitnari eftir fakta enn íspunnum tekstum.

 

Tað hevur góða effekt, tá bókavørðirnir hava havt eitt upplegg til morgunsangin, tí her fæst samband við 250 næmingar, sum allir sita stillir og lurta og síggja.  Tað hevur týdning fyri næmingarnar at síggja myndir av bókunum, tí so vita teir júst hvørja bók teir skulu koma at læna.

 

Tað er lætt at sleppa á ókeypis ferðina, bara tú finnur røttu bókina.