Námsfrøðiligur stuðul á Skúlatrøð 

6. oktober 2022

 
Námsfrøðiligur stuðul á Skúlatrøð 
 
 
Starv sum námsfrøðiligur stuðul er leyst at seta frá 1. november 2022 til 23. juni 2023: 
Starvið er í einum sertilboði við næmingum í 7.-9. flokki. Setanarbrotið er 0,77. 

Førleikakrøv: 
Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul. 
Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir: 
vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans 
duga at samstarva  
eru fyrikomandi  
sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum  
hava áræði til at taka ábyrgd 

Lønar- og setanartreytir: 
Starvið er sáttmálasett og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður flokkað í lønarflokki 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Umsóknir: 
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. oktober 2022 kl. 12.00. 

Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til 

Á Skúlatrøð 
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri  
Skúlavegur 6 
FO-700  Klaksvík 

 

 

Nærri  kunning um starvið fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til  vagn.foldbo@skulin.fo 
Skúlaárið 22/23 ganga 734 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 70 lærarar og 13 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.