Heystið og royniberini - heystfrí

7. oktober 2022

Heystfrí, men ongin orsøk til keðsemi

 

Heystfrítíðin kann vera ógvuliga hendingarrík, hóast vit ikki eru í skúla. Í heystfrítíðini verða fjøllini gingin, og tað verður flett. Her hava fleiri av okkum møguleika at verða við.

 

En annar møguleiki er at fara á Savnsfagnað, har evnið í ár er piss. Piss er nevniliga eitt ógvuliga áhugavert evni, sum granskað verður í. Piss kann siga okkum rættiliga nógv um nógv.

 

Eitt spennandi tiltak er á Klaksvíkar bókasavni, har skipað verður fyri lesimarathon. Øll børn í skúlaaldri eru vælkomin á Klaksvíkar bókasavn týsdagin 11. okt kl. 14 at lesa. Tá tú hevur lisið 42 síður og 2 reglur í eini bók, tú hevur við sjálvur ella lænt, hevur tú lisið eitt marathon, og tú fært eitt skreytblað – eitt diplom.

 

Vit kunnu eisini finna okkum ein góðan krók og lesa eina góða bók ella møguliga lurta eftir onkrum góðum hoyrispæli, til dømis Søgan um Sigmund, sum liggur á heimasíðuni hjá KVF, og sum tú eisini finnur her.

 

Um heystið síggja vit vøkru royniberini á roynitrøunum, og eru vit heppin, so kunnu vit eisini síggja fuglin reyðstapa, sum dámar væl at sita í trøunum og eta royniber. Kanska tú sært ein reyðstapa í heystfrítíðini?

 

Sum tit síggja, so er ongin orsøk at keða seg. Vit síggjast aftur mánamorgunin 17. oktobur kl. 08:00

 

Skúlin vil ynskja øllum eina góða heystferiu.