Vevseymaðir breyðserviettar

17. oktober 2022

Handaverk og list er ein lærugrein, sum 4 - 6 flokkur hava 2 ferðir um vikuna. Lærugreinin eitur handaverk og list, men er samansett av seks ymiskum lærugeinum. Næmingarnir hava einstøku lærugreinina í áleið 6 vikur, áðrenn tey fara víðari til ta næstu.

 

Í 5. flokki er hondarbeiði ein av handaligu lærugreinunum í handaverk og list. Holdið, sum hevur havt handarbeiði seinastu 7 vikurnar hevur arbeitt viđ at vevseyma breyðserviettar. Næmingarnir arbeiddu hugaliga og dúgliga, og teir gloymdu mangan tíð og stað – júst sum vit halda tað skal vera, tá ein djúphugsar og er í flow.

 

Tá avrikið var liðugt, vóru næmingarnir væl nøgdir og ernir at síggja úrslitið - breyðserviettarnar, sum tey sjálvi høvdu evnað til.

 

Í dag flyta øll holdini í aðra lærugrein, har tey verða í 6 vikur.