Á hugtakandi myndaframsýning

24. oktober 2022

Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist"

„Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” er heitið á myndaframsýning hjá Megd á Biskupstorgi í Klaksvík.

Myndaframsýningin er opin hesa vikuna aftrat, og hon er avgjørt eina vitjan verd.

Skúlaflokkar á Skúlatrøð hava verið og vitjað framsýningina, sum er ein myndarøð við børnum, ungum og eldri, ið bera brek. Fleiri av myndaevnunum vóru kend andlit fyri næmingarnar og tí viðkomandi.

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, var blíð og tók ímóti okkum. Hon greiddi frá persónligu søgunum hjá myndaevnunum og sær sjálvari, og so segði hon teimum søguna um Kengulambið, sum var øðrvísi enn hini. Børnini vóru ógvuliga hugtikin og lurtaðu væl eftir.

Børnini vóru eisini hugtikin av myndunum og settu spurningar um tey, sum vóru á myndunum og fingu væl burturúr.

Eitt, sum stóð eftir frá vitjanini var, at tað eru nógv ymisk brek at hava, sjónlig og ósjónlig, men at tað ikki altíð merkir, at vit eru sjúk. Vit eru bara øðrvísi.

Eitt, sum vit øll kunnu gera fyri hvønn annan og fyri tey, sum bera brek er, at vit eru góð við hvønn annan, hóast vit ikki eru bestu vinir.

Niðanfyri er eitt fimsbrot frá framsýningini, sum avgjørt er eina vitjan verd.