Endurnýtsla í evning

23. oktober 2022

Tindasvín úr pappi


Vit skulu læra okkum at endurnýta og minka um oyðsl, og tað hava næmingarnir í 1. d eisini lært. Teir hava lært, at tað ber væl til at skapa leikur, prýðislutir og annað uttan at keypa nýtt tilfar, men við at endurnýta brúkt tilfar.

Hesi tindasvínini hevur 1.d gjørt í evning. Tey eru gjørd úr endurnýtslupappíri. Endurnýtslupappírið hava tey funnið í kopirúminum og so hava tey eisini brúkt lýsingarbløð. 

Stuttligt at síggja, hvat kann gerast burturúr endurnýtslupappíri.