Fitisfremjandi samfelagið

26. oktober 2022

Fyrilestur á Skúlatrøð 20. oktobur 2022 fyri hádeild og Húsarhaldsskúlanum

 

Tað var Snorri Patursson, kostfrøðingur hjá Fólkaheilsuráðnum, sum hevði fyrilesturin við heitinum “Fitisfremjandi samfelagið”.

Endamálið hjá Fólkaheilsuráðnum er at upplýsa og ráðgeva, so tað verðurl lættari hjá ungum at vera kritisk og liva við alskins freistingum.

 

Rørsla og umhvørvi er lærugrein, sum øll í 10. flokki hava, og í tí sambandi var skipað fyri fyrilestri fyri næmingum í 10. flokki. Tað er Unnur Fonn, sum er ráðslimur hjá Fólkaheilsuráðnum, sum undirvísir Rørslu og umhvørvi saman við Dánjal Danielsen og Assa Færø. Aðrir flokkar og Húsarhaldsskúlin vórðu eisini bjóðaðir við.

 

Snorri legði út við teimum 5 smakksansunum, sum vit eru fødd við. Vit smakka søtt, salt, súrt, beiskt og umami. Hesir smakksansirnir eru ikki broyttir gjøgnum tíðirnar, men tað er umhvørvið rundan um okkum, sum er broytt. Umhvørvið ávirkar hvørjar smakksansir vit fóðra mest. Eta vit ov nógv søtt, so førir tað við sær, at vit ikki troysta okkum frukt og grønt, sum er gott fyri likamið.

Reint lívfrøðiliga hava vit ein tørv á at nøkta allar smakksansirnar, men trýstið frá nærumhvørvinum á okkum økist, og tað ávirkar okkara matvanar. Í løtuni vísa tølini, at 62% av føroyingum eru ov feitir.

 

Hóast tað verður sagt, at vit hava ein frían vilja at keypa tað, sum vit vilja, so kunnu vit tó spyrja, um nærumhvørvið ikki er designað til at ávirka okkara val. Snorri legði dent á, at matvøruhandlar eru tilvitaðir um, hvør er í nærumhvørvinum, og teir leggja seg síðani eftir at fáa tey ungu at keypa.

 

Eitt, sum dentur eisini var lagdur á í fyrilestrinum var umhvørvið. Beint sum heystið er í hæddini, og vit fáa heystað nógva heilsugóða rávøru frá jørðini, eru lýsingarnar á tremur við innfluttari háviðgjørdari matvøru, sum ikki gagnar okkara likami.  Klassisku eyðkennini fyri háviðgjørdan mat er, at hann inniheldur fleiri enn 5 ingrediensir. Vøksturin í innflutninginum av ósunnari vøru er eksploderaður. Nógv innflutt vøra merkir eisini, at umhvørvið er undir trýsti, so heldur enn at keypa innflutta vøru, eiga vit at nýta lokala rávøru.

 

Vit skulu eisini verða tilvitað um, at samstundis sum vit røra okkum minni dagliga, so eru nøgdirnar í góðgætispakkunum fleirfaldaðar seinastu árini. Og vit eru soleiðis innstillað, at vit ofta eta og drekka, til onki er eftir.

 

Luttakararnir til fyrilesturin vóru ung í aldrinum 15 – 17 ár, og tað er nevniliga, sum eru málbólkurin hjá teimum, sum framleiða designardrugs, sum eru skaðilig fyri likamið. Hugtakið designerdrugs er veruleiki. Tað er, tá evnið verða framleidd soleiðis, at tey krøkja brúkaran.

Snús er eitt rúsevni, sum rættiliga nógv ung brúka. Snús er designað við góðum smakki, er pakkað í vakrar dósir og krøkir brúkaran. Skeiva gongdin kann longu byrja við orkudrykkum, sum føra til snús, sum førir til sigarettir, sum kunnu føra til onnur sterkari rúsevni.

 

Nudlir eru eisini tilgjørdar á tann hátt, at tær innihalda eina rúgvu av ingrediensum; tær lukta væl og innihalda grundleggjandi smakkir, men hava lítið og onki føðsluvirði.

 

Ung mugu gerast tilvitað og kritisk sum brúkarar, fyri at kunnu ávirka skeivu gongdini. Snorri gjørdi tey varug við, at tey hava ábyrgd og segði: “Tit hava maktina. Tit kunnu ávirka og lata vera við at keypa vøruna.”

 

Les eisini greinina hjá Gigni um mat til skúlabarnið her

 

 

Trivnaður hongur nógv saman við okkara kosti, og tí skulu vit eta heilsugóðan og trevjumiklan mat. Vit skulu eta við máta og í røttum mongdum.

 

Matur hevur eisini nógv við kenslur og tryggleika at gera, og tí er matarsteðgurin av stórum týdningi. Tað er umráðandi at fáa matnáðir saman við flokkinum í skúlanum og við familjuni heima.

 

Les greinina um matarsteðg her

 

Nýggju almennu heilsuráðini og nýggi faldarin hjá Fólkaheilsuráðnum eru gjørd av 200 ymiskum granskarum. Kostráðini leggja upp til at eta lokala vøru og hetta er gott fyri umhvørvið.

Nýggju kostráðini leggja upp til at eta planturíkt, fjølbroytt og ikki ov nógv og at sløkkja tostan við vatni.

 

Samanumtikið kom tað greitt fram, hvussu vit verða stýrd av tilboðum, og at vit mugu vera vakin og kritisk sum brúkarar. Eisini eiga vit at hugsa um umhvørvið og heldur keypa lokala enn innflutta vøru.

 

Ein áhugaverdur, viðkomandi og læruríkur fyrilestur fyri unga brúkaran, sum kennir til øll evnini, sum vóru tikin fram og sum kennir til allar freistingarnar í gerandisdegnum.

 

Vónandi taka hesi ungu og gera sína ávirkan galdandi fram ímóti einum heilsugóðum samfelag.