Úr goymsluni

25. oktober 2022

Úr goymsluni

Úr goymsluni eru nøkur áhugaverd skúlabløð komin undan kavi. Tað eru næmingar, sum hava skrivað og verið blaðstjórar. Blaðið, sum tit her síggja eitt brot úr, er skúlablaðið Saturn, sum varð útgivið í 1968 við Óla Karl Olsen í 8. A, sum blaðstjóra. Tað má sigast, at næmingarnir hava lagt eitt stórt arbeiðið í at geva bløðini út. Teir hava skrivað við hond og límað myndir í, og so hava teir bundið bløðini inn við at klistra bakið saman. Til stuttleika fara vit komandi tíðina at avdúka nakrar greinar, tíðindastubbar og smærri søgur.

 

Tíðindini í Saturn 1968 eru næstan aktuell í dag, tá vit hugsa um russiska áhugan fyri økinum runt Føroyar og um samferðslukervið, nú góðir 200 m eru eftir at bora í teimum nýggju tunlunum norður um fjall.

Niðanfyri eru tveir tíðindastubbar úr skúlablaðnum Saturn frá 1968.

 

Brúgvin um Hvannasund

Brúgvamálið fingið góða undirtøku.
Tá ið seinasta skotið í seinnu fjallasmoguni var skotið, vóru fremstu menn landsins til staðar, m.a alt landstýrið. Vegasambandið er ikki liðugt enn, Viðoyggin skal knýtast til Borðoynna.

Skal Hvannasund tippast? Tað er onki loyndarmál, at menn á Hvannasundsleiðini ikki eru á heilt einum máli um, hvat best er at gera: brúgv um ella eisini tippa Hvannasund. Mesti parturin av fólkinum tykist vera fyri at gera brúgv, so sundið verður opið, so siglast kann báðar vegir.

Hinvegin fæst sjálvandi ein frálík kyrruhavn, og hin mikli streymurin verður burtur, um sundið verður typt, men hetta eru mál, sum fólkið á staðnum best kann taka støðu til.

 

Russar undir Føroyum

Russisku sildaskipini hava borið seg sera ónærisliga at móti føroysku skipunum, og tessvegna hevur danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen verið á sildaleiðini dagarnar 24. -26. oktobur. Helikoptarin hjá verjuskipinum fleyg hesar dagar um havøkið, har sildaskipini royna. Á leiðini vóru 80-100 russisk fiskiskip og 4 føroysk sildaskip.

Annars upplýsir Marinustøðin, at ein russiskur destroyari, 4.800 tons til støddar og útgjørdur við rakettvápnum hevur hildið til undir Føroyum síðani leygardagin 26. oktobur.