Skutarar og ferðslutrygd

1. november 2022

Ferðslupolitiið á Skúlatrøð

Í vikuni gjørdi politiið kanningar av skutarunum/prutlunum á parkeringsøkinum við skúlan. Eisini vildi politiið práta við førararnar á hesum akførum. Hetta eru kanningar, sum umfata akfarið og føraran.

Kannað verður, um førarin hevur koyriloyvi, um hann hevur hjálm og um skutarin er lógligur, um hann er tunaður ella ikki. Skutarin verður settur á eitt tól, sum mátar hægstu ferðina. Tólið sæst á eini mynd.

Trygdin skal vera ílagi og hetta merkir, at koyriloyvið skal vera uppá pláss og skutarin/prutlið skal vera lógligt.

Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd stendur hetta at lesa um prutl: "Prutlini eru partur av bleytu ferðsluni. Bleyta ferðslan fevnir um fólk til gongu, á súkklu og á prutli, meðan hørð ferðsla eru bilar, lastbilar o.l. Tey í bleytu ferðsluni eru illa vard og tískil í størri vanda enn tey í hørðu ferðsluni, tí hesi eru m.a. vard av eini kabinu.
 
Øll hava skyldu til at vísa atlit fyri hvørjum øðrum í ferðsluni. Men serlig atlit skulu vísast teimum í bleytu ferðsluni, tí tey kunnu lættari fáa álvarsligan skaða.

Vandin fyri at doyggja ella fáa álvarslig mein á prutli er uml. 10 ferðir størri enn at vera til gongu ella á súkklu. Her eru ungir dreingir yvirumboðaðir.

Orsakirnar til vanlukkurnar eru ov nógv ferð (tí prutlið er tunað), rúsdrekkakoyring og vantandi hjálmur."

https://www.rff.fo/a-prutli

Klaksvíkar kommuna bjóðar kvøldskúla í koyrikort til skutara her