Undranardagarnir - Skúlin 150 ár

4. november 2022

Hesa vikuna hava við á Skúlatrøð havt Undranardagar. Evnið hesaferð er hóskandi Skúlin 150 ár, tí 1. novembur fylti skúlin í Klaksvík 150 ár.

Undranardagarnir hava verið frá 2. – 4. novembur, og undranarspurningarnir hava sett ljós á munin á skúlagongdini fyrr og nú. Hvat er øðrvísi, meiri spennandi, læruríkari, løgnari, ella var alt bara betri fyrr í tíðini?

Ein arbeiðsbólkur hevur skipað skránna og fyrireikað Undranardagarnar, og skráin hevur verið góð og rúgvusmikil og givið lærdóm.

Undranardagarnir byrjaðu við, at skúlaleiðarin Vagn Foldbo greiddi frá skúlasøguni í Klaksvík. Partur av skúlasøguni liggur á heimasíðu skúlans her

Næmingarnir hava lurtað og arbeitt kreativt við bundnum uppgávum. Teir hava hoyrt fleiri lærarar siga frá sínari skúlatíð seinastu 50 árini, sæð filmar frá skúlagongd fyri 100 árum síðani og hoyrt søgur og sæð myndir frá skúlanum fyri 150 árum síðani.

Nógv áhugavert er komið fram hesar dagarnar, og sjónligi munurin á skúlagongdini fyrr og nú er stórur.

Kreativa uppgávan hjá næmingunum hevur verið at tekna ein skúla við íblástri frá hugmyndum, myndum, søgum og frásagnum. So hava teir klipt hvør sína dukkulisu og gjørt henni klæðir – alt frá føroyskum troyggjum til Kí-klæðir.

Umframt felagsløtur í miðhøllini við praktiskari kunning, frásagnum um gamla skúlatíð frá lærarum og við fjálgum sangløtum, so hava næmingarnir veruliga hugsavnað seg við at tekna, litgeva, klippa, lurta og hyggja.

Seinasta dagin var fakligi parturin av gamla skúlanum á skránni. Her skuldu næmingarnir spæla at ganga í skúla fyrr í tíðini. Í rokning skuldu teir rokna í gomlum roknibókum, í føroyskum skriva fagurskrift og lurta eftir søgum.

Tá vit skuldu spæla at ganga í skúla fyrr, so máttu vit eisini kenna atferðarreglurnar. Næmingar og lærarar skuldu royna at fylgja gomlu reglunum, sum søgdu, hvussu vit gera, tá vit tosa við læraran, og at vit seta okkum, tá lærarin gevur boð um tað og reisa okkum, tá vit tosa við læraran, og tá lærari kemur inn.

Eisini var lagt upp til, at vit komu í skúla í klæðum, sum líktust klæðunum fyrr. Og her vóru tað nøkur, sum veruliga høvdu gjørt burturúr, sum kann síggjast á myndunum.

Áðrenn fríggjadagurin var liðugur, kom borgarstjórin Karl Johansen á vitjan og ynskti øllum til lukku við skúlanum, tá hann handaði varaskúlastjóranum Bjørn Kalsø blómutyssi. Hann helt, at tað var pent gjørt at bjóða honum við í føðingardag.

Tá tað nú var skúlans føðingardagur, fingu børnini 2 karamellur og eitt endurskin við logoinum hjá Skúlatrøð og 150 ár á.

Næmingarnir hava veruliga bæði lært og hugnað sær ísenn, og teir hava fingið eina fatan av, hvussu skúlin var fyrr. Vit eru takksom fyri nakrar læruríkar, hugvekjandi og áhugaverdar undranardagar.

Gott vikuskifti!