Læraradagur 2022

11. november 2022

Læraradagar novembur 2022

 

“At lesa hevur somu ávirkan á sinnið, sum venjing hevur á kroppin.”
— Joseph Addison

 

Hósdagin 10. novembur høvdu næmingarnir á Skúlatrøð frí, tí lærararnir vóru til Læraradagar í Havn.

Eftir koronasteðg í 2 ár, vóru læraradagar aftur settir á skrá. Høvuðsevnið í ár var Lesing og var hetta framhald av verkætlanini Føroyar lesa.

Tað er Nám, sum fyriskipar Læraradagarnar. Skráin í ár var samansett av ymiskum fyrilestrum og verkstovum. Tað vóru 3 felags fyrilestrar við heitinum Kannandi bókmentaundirvísing, Kvalitativa lesivanakanningin og Kritiskt lesiføri. So vóru eisini 5 verkstovur við heitunum PISA – lesivanar, Máltøka, “Kom og les”, Relatiónir og munadygg menning og Støddfrøðiligt lesføri.

 

Føroyar lesa er verkætlan, sum umfatar vaksin og børn, men Nám hevur lagt seg eftir at menna lesingina hjá miðdeild, sum er 4. – 6. flokkur, har førleikin at lesa nøktandi kemur til sjóndar. Nýggjastu kanningarnar vísa nevniliga, at lesiáhugin og lesiførleikin hjá teimum ungu er ógvusliga fallandi, og tí er neyðugt við munagóðum átøkum fyri at lyfta lesihugin og lesiførleikan.

 

Í ST-heimsmáli 4 stendur, at øll skulu hava somu atgongd til útbúgving, og at øll skulu duga at lesa í 2030, og eisini við tí í huga, verða tiltøk sett í verk fyri at menna lesingina.

 

Nýggja lesivanakanningin frá 2020-2022, sum byggir á lesivanakanningina í 2017-2018, varð løgd fram fyri fyrstu ferð nú á Læraradøgunum. Lesivanakanningin vísir greitt, at lesihugurin og lesiførleikin dala, tá næmingarnir koma í miðdeild og uppeftir, og at bara tey, sum veruliga elska at lesa, lesa. Tølini frá kanningini eru skelkandi, og alneyðugt er við lesiátøkum í skúlum og heimum.

 

Kanningin var kvalitativ, og svarini kunnu vera ein góð ábending um, hvørji átøk skulu setast í verk fyri at menna lesihugin hjá næmingunum.

Svarini viðvíkjandi, hvat skúlarnir gera fyri lesingina eru ymisk frá skúla til skúla og vísa, og ikki allir skúlar raðfesta frílesing, men tað er týðiligt, at næmingunum dáma serliga væl, at søgur verða lisnar upp fyri teimum, at tey hava frílesingløtur, og at tað er friður, tá tey hava frílesing.

Teimum 12 ára gomlu næmingunum dáma best spenningssøgur og skemtisøgur, og teir siga, at tað hevur stóran týdning, at lærarin ella bókavørðurin finnur teimum røttu bókina.

 

Tey ungu brúka miðlarnar nógv, men ikki til at lesa nevniverdugt og als ikki at fordjúpa seg. Flestu av næmingunum lesa ov lítið av dýpandi teksti, tí her skulu teir reflektera og tilogna sær samanhangandi tekstir. Tað er umráðandi at lesa skaldskap fyri at kunna læra um seg sjálvan ígjøgnum onnur, tí tá fáa vit innlit í aðrar tilverur og okkara egna dýpið. Demokratiska samfelagið krevur, at vit menna samkensluførleikan fyri hvørjum øðrum, og tað læra vit við at lesa bøkur um aðrar mentanir og tilverur.

 

Út frá lesivanakanningini 2020-2022 eru niðurstøðurnar, at lesimentanin heima hjá barninum og í skúlanum hevur stóra ávirkan á, hvussu nógv barnið lesur. Her hava lærarar og mammur størstu ávirkan á lesingina hjá barninum, vísir kanningin.

Fyri at kunna viðmæla røttu bøkurnar, er neyðugt, at lærarin lesur viðkomandi bøkur, tí rætta bókin hevur avgerandi týdning fyri lesiupplivingina hjá næminginum.

 

Karmar og umstøður í skúla og heima mugu geva møguleika fyri eini góðari lesimentan. Skúlin, við leiðsluni á odda, má hava eitt felags stev og ein lesipolitikk fyri skúlan og seta alt í verk, sum kann menna lesingina.

Dømi um, hvat skúlin kann gera er, at meiri tíð verður sett av til frílesing, at geva rúm fyri dýpandi lesnaði, at lesa skaldskap upp fyri næmingunum, at skúlabókasavnið skipar fyri lesifremjandi átøkum, at hugnalig lesiumhvørvi verða skapt runt í skúlanum, at næmingar verða kunnaðir um nýggjar bøkur, og at lesiringar verða stovnaðir umframt annað.

 

Til endans kunnu vit hyggja í faldaran 7 GÓÐ RÁÐ AT EGGJA BØRNUM AT LESA MEIRA

1.     Hav bøkur og bløð liggjandi

2.     Tosa við barnið um, hví tað gevur meining at lesa

3.     Vís áhuga fyri lesingini hjá barninum

4.     At lesa av áhuga og at lesa í skúlanum

5.     Legg ikki trýst á barnið

6.     Ger tað hugnaligt at lesa

7.     Lesið sjálvið

 

Faldarin kann fáast á skúlanum og frá Námi

 

“At lesa hevur somu ávirkan á sinnið, sum venjing hevur á kroppin.”

— Joseph Addison

 

Meir um lesing og verkætlanina Føroyar lesa her: https://www.føroyarlesa.fo/