Mánadagin vitjaði flokkurin Christianskirkjuna. Marjun Lómaklett, prestur, stóð í forkirkjuni, har hon heilsaði upp á øll børnini ein og ein. Síðani var farið inn í skipið. Har greiddi Marjun so væl frá øllum tí, sum hoyrir til fólkakirkjuna. Børnini sótu so still og lurtaðu. Tey sluppu eisini at seta presti spurningar. Áðrenn flokkurin fór aftur í skúlan, fingu tey karamellu frá Marjuni.
Vit takka Marjuni fyri, at hon gav sær góða tíð til okkum. Samstundis vil eg nýta høvið at ynskja tykkum eina góða hvítusunnu