Matarskipan

Matarskipan á Skúlatrøð

 

Fyri at kunna hugsavna seg, hava orku og yvirskot til ein skúladag við nógvum ymiskum avbjóðingum, er tørvur á góðari orku.

Matarskipanin á Skúlatrøð fevnir um at veita heilsugóðar og vælsmakkandi millummálar til allar næmingar á Skúlatrøð. Við tí endamáli at fremja trivnaðin og innlæringina hjá tí einstaka næminginum eins og skapa matgleði og matmót.

Køkurin leggur dent á at nýta okkara skapanarevni soleiðis, at matarskráin so vítt møguligt fylgir teimum almennu kosttilráðingunum til børn og ung. (Sí stutta filmsbrotið á heimasíðuni hjá fødevarestyrelsen her.) https://foedevarestyrelsen.dk/kost-og-foedevarer/alt-om-mad/de-officielle-kostraad/kostraad-til-professionelle-koekkener/kostraad-til-maaltider-i-skoler-og-kantiner

Maturin, sum vit borðreiða, skal hava góða gósku, har vit leggja dent á at gera mat frá grundini og samstundis gagnast næmingunum. Hetta er við til, at keativiteturin í matarskránni er ein umráðandi og spennandi partur av arbeiðinum.

Vit ynskja at vera burðardygg. m.a. við at nýta stuttfluttar vørur, minka um matspill við at gagn nýta matrestir, og so vítt gjørligt nýta mat, sum er eftur árstíðini.

Okkara visión er at styrkja okkara matmentan og matvanar, samstundis sum vit virða umhvørvið og leggja dent á mattilevnan (matdannilsi) hjá næmingunum.

Vit leggja dent á gott samstarv, við bæði starvsfólk skúlans, foreldur, næmingar, eins og veitarar og starvsfelagar í køkinum.

Ein góður matpakki og ein góð millummáltíð hava stóran týdning fyri skúladagin sum heild. Skúlin vónar, at næmingar og foreldur taka væl ímóti hesi verkætlan.

Í løtuni fevnir matarskipanin um mið og hádeild, og tann 14/2-2024 verður víðkað til grunddeild. Hetta síggja vit fram til.

 

Ein grein hjá Klaksvíkar kommunu um matarskipanina á Skúlatrøð er her