SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
24. apríl 2024
Flaggdagshald í grunddeildini
22. apríl 2024
6. flokkur í Geoskúla
20. apríl 2024
Matarskráin fyri viku 17
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Kunning 1.a - 2023/24

22.09.2023

At lesa uppá

Lesið brotið, sum vit hava fyri, í minsta lagi 3 ferðir, tá ið tit lesa uppá. Tosið um tekningarnar á síðunum, soleiðis at barnið sær samanhang ímillum tekningarnar og tekstin. Um tað er trupult at lesa orðini, hjálpið barninum at "ljóða" hvønn bókstav í orðinum.

Minnið barnið á at peika undir orðini og flyta fingurin orð fyri orð, tá ið lisið verður.

Sjúka, frávera og fríloyvi

Tað er umráðandi, at tit boða flokslærarunum frá, um barn tykkara er heima vegna sjúku. 

Um tit ynskja at biða um frí vegna aðra orsøk, so kunnu flokslærararnir geva næminginum frí upp til 2 dagar.

Um tit ynskja at biða um frí frá skúlanum fleiri dagar enn hetta, so er neyðugt at biða um fríloyvi frá leiðslu skúlans við at senda ein t-post til: skulatrod@skulin.fo.

Foreldrabólkar

Á foreldrafundinum 22. august 2023 avgjørdu foreldrini at gera tveir foreldrabólkar.

Bólkarnir eru hesir:

Heyst/jól: Bjørt, Saloma, Boas, Sámuel, Diana, Maria Davida, Ró, Rani, Jan, Uni, Teitur og Anna Elisabeth.

Vár/summar: Benjamin, Eva, Jóhannes, Eyðun, Róar, Vón, Jónatan, Elsba, Rósa, Hildigunn og Ava Lín.

Foreldrabólkarnir skipa fyri einum tiltaki, ið kann vera við til at skapa trivna í flokkinum. Hetta kann t.d. vera ein hugnaøta, ein gangitúrur, súklutúrur osfr.