SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
24. apríl 2024
Flaggdagshald í grunddeildini
22. apríl 2024
6. flokkur í Geoskúla
20. apríl 2024
Matarskráin fyri viku 17
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Skúlaleikir 2024

Til sjálvtøkuborð í TSK

Til sjálvtøkuborð í TSK

Fyrrapartin í dag var 5.d til sjálvtøkuborð uppi í Tekniska skúla. Tað vóru næmingar, sum ganga á Matvøruútbúgvingini, sum høvdu gjørt lekkra sjálvtøkuborðið, nú teir enda eitt skeið. Tað er afturvendandi, at teir gera mat og bjóða stovnum og bólkum at koma at eta.

Fyrsta vit komu, sóu vit, at har var borðreitt sum á eini hugnaligari matstovu. Har var hugnaligt at koma inn og borðini vóru pyntað. Úti við veggin stóð sjálvtøkuborðið við vøkrum tilgjørdum, góðum, nýgjørdum og heitum mati.

Har var eplamos, kjøtfrikadellir, pitsa, steikt rís við kyllingi, salat, langbreyð og sós. Omaná var kaka og frukt. Eisini var matur gjørdur til glutenallergikarar.

Tá vit komu niðan í skúlan, tóku næmingarnir ímóti okkum, bjóðaðu okkum vælkomin og greiddu frá matarskránni.

Hetta var ein hugnalig løta og maturin gagnaðist okkum sera væl. Næmingarnir vóru væl nøgdir, og tá vit vóru mett og væl sett, takkaðu vit fyri við at syngja fyri kokkunum.

Tá vit høvdu etið, og onkur var ótolin at sleppa á vøllin at spæla bólt, bjóðaði Mannbjørn Antoniussen okkum, sum vóru eftir inni, eina rundferð á skúlanum. Hetta var stak spennandi og áhugavert, og onkur næmingur varð vísur í, at hann einafeð ætlaði sær at ganga á Tekniska skúla í Klaksvík.

Hetta var ein góð løta, og vit takka fyri, at vit vóru boðin niðan til lekkurt sjálvtøkuborð og fingu rundvísing.

Hugnadagur :-)

Tá vit eru 30 tilsamans ????

Myndir frá Undranardøgunum 2023

Seturskúlin 2023

Í ár vóru vit dagstúr á Viðareiði og svóvu í skúlanum á Skúlatrøð

Vit fóru í bilarnar hjá foreldrunum uttanfyri Skúlatrøð kl. 8:30 og koyrdu norð til Viðareiðis, enntá gjøgnum tvey ferðsluljós.

Á Viðareiði vitjaðu vit Fjósið, sum er eitt stórt nýmótans fjós, vit gingu runt í bygdini, vóru í Spónhyli, spældu á flotta spæliplássinum við skúlan og á stóra vøllinum. Og so ótu vit matpakkan í garðinum hjá Gunrið.

Foreldur komu aftur eftir okkum 14:30 og koyrdu okkum trygt heim. Vit møttu aftur í skúlanum kl. 19 og fingu milliónbúff og pasta. Síðani spældu vit sombipikk og fingu drekkamunn og kakur, áðrenn vit fóru í stovurnar at leggja okkum á miðnátt.

Tað skuldi vera friður á miðnátt, men onkur lá og teskaði og snakkaði eina góða løtu. Øll sovnaðu til endan, so øll fingu ein blund, áðrenn vit longu vóru uppi aftur klokkan gott 6 í morgun.

Vit ruddaðu alt fyri eitt okkara egna ból og stovuna og vóru til morgunsangin í miðhøllini, áðrenn vit fingu morgunmat. Tá klokkan var 9:30 vóru øll klár at fara heim eftir ein stak góðan seturskúla.

Vit fingu góða hjálp frá foreldrum við koyring og baking og øðrum. Tit skulu hava stóra tøkk fyri tað. Tykkara hjálp og stuðul hava ósigiliga nógv at siga fyri tykkara barn og allan flokkin sum heild.

Takk fyri tað <3

Á skoytibreytini í desembur 2022

Í dag hava vit havt hugnadag.

Vit hava hugt eftir nýggja filminum Pinoccio og hugnað okkum við slikki og holukøkum. Aftaná fóru vit oman á skoytibreytina at skoyta. Vit fingu breytina ókeypis, tí Klaksvíkar kommuna bjóðar øllum skúlaflokkum á Skúlatrøð ein ókeypis tíma á breytini.

Ein stak góður og hugnaligur dagur.

Ein góð lesiløta á bókasavninum í morgun

Vit spæla handil.

Vitjan á Bank Nordik