Her hava vit savnað ymisk tú kanst brúka til skrivligu royndina

Heinta IntoWords her

Her eru savnaði ymisk amboð, sum kunnu hjálpa tær at við framseting, greina og tulka ymiskar greinar og myndir, hjálp til rokning og annað

Hjálpiamboð

Mannagongd fyri skrivligar próvtøkur og royndir

Lærararnir í próvtøkulærugreinunum hava ábyrgd av at kunna næmingarnar um hesar mannagongdir og reglur til skrivliga próvtøku/roynd.

At goyma próvtøkuavrikið

Allir próvtakarar skulu duga at goyma eitt skjal, sum er skrivað í einum skriviforriti, sum PDF-skjal.

Próvtøkuavrik

Eyðkennisstrongurin skal tilskilast í øllum próvtøkuavrikum, sum verða latin til dømingar. Eyðkennisstrongurin skal tilskilast ovast á hvørjum arki.

At lata próvtøkuavrikið inn

Próvtøkuavrikið verður latið inn, sum PDF-skjal umvegis Wiseflow.
Skriva við ”Times New Roman”

  • Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
  • Reglumillumrúm 1.5
  • Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
  • Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu

Stílalongd

Stílalongdirnar eru vegleiðand. Avrikið verður fyrst og fremst mett eftir innihaldinum.

Føroyskt og danskt:

9. fl.: 3700 – 4900 tekn við millumrúmum

10. fl.: 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

Enskt:

9. fl.: 2500 – 3700 tekn við millumrúmum

10. fl. 3700 – 6100 tekn við millumrúmum

  • Loyvt er at nýta hjálparmiðlar
  • Gevið tykkum tíð at lesa stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt

 

Reglur fyri Skrivligar próvtøkur og royndir

  • Næmingar skulu møta 10 min., áðrenn royndin byrjar
  • Friður skal vera inni í royndarhølinum
  • Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum
  • Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni
  • Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod og líknandi við til roynd
  • Eftirlitsfólk skal fylgja við næmingi, um hann skal út úr próvtøkuhølinum, t. d. á vesi
  • Próvtøkutilfar kann ikki takast út úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er liðug
  • Leistur til framseting og fyrisøgn liggur á heimasíðu skúlans
  • Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir
  • Áðrenn næmingurin fer úr próvtøkuhølinum, skal umsjónarfólk góðkenna og skjalfesta innlating
  • Um næmingur møtir ov seint til próvtøku, avger skúlastjórin, um næmingurin fær atgongd til próvtøkuhølið
  • Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, tekur skúlastjórin avgerð um burturvísing

Goym sum PDF í Word