SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
06. september 2026
Skúlaflokkar vitja umborð á Logos Hope
06. september 2026
Matarskráin fyri viku 37
01. september 2026
Tað er rokan í skúlagarðinum
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG
Hvat hendir?
ley.
10. okt.
Heystfrítíð 10. oktober - 18. oktobe…
ley.
19. des.
Jólafrítíð 19. desember - 3. januar
ley.
13. feb.
Vetrarfrítíð 13. februar - 21. febru…
ley.
20. mar.
Páskafrítíð 20. mars - 29. mars
týs.
13. apr.
Landsroynd 13. apríl - 16. apríl
frí.
23. apr.
Dýri Biðidagur 23. apríl
hós.
06. mai.
Kr. Himmalsfaradagur 6. mai
ley.
15. mai.
Hvítusunnufrítíð 15. mai - 17. mai
mik.
19. mai.
Skr. próv. 9 & 10. fl. 19. - 25. mai
hós.
27. mai.
Mun. próv. 9 & 10. fl. 27.- 15. juni
mik.
16. jun.
Próvhandan 9. & 10 flokkur 16. juni
frí.
18. jun.
Summarfrítíð 18. juni - 10. august

Føðingardagar

Tá føðingardagar eru, geva børnini 20 krónur í gávu.

Genturnar bjóða øllum gentunum í flokkinum, og dreingirnir bjóða øllum dreingjunum í flokkinum.

Um onkur ynskir at bjóða øllum flokkinum, ber tað sjálvandi eisini til.

Týsdagur 25. august 2026.

Foreldrabólkar

Á foreldrafundinum 25. aug. varð avgjørt at hava tveir foreldrabólkar fyri hetta skúlaárið.

Mammurnar skipa fyri einum tiltaki í heyst/vetur. Judit (Jógvan) og Ása (Anna Ró).

Páparnir skipa fyri einum tiltaki í vár/summar. Heri (John) og Asbjørn (Brandar).

Foreldrabólkarnir skipa fyri einum tiltaki, ið kann vera við til at styrkja trivnaðin í flokkinum. Hetta kann t.d. vera ein hugnaløta úti í Grøv, ein gangitúrur, ein súklutúrur, út at skreiða í kavanum, út at fiska o.s.fr.

Hugnaløtan nýtist ikki at vera so leingi, t.d. 1,5 tíma ella har áleið.

At læra bókstavir

Fyri tíðina læra vit ein bókstav um vikuna. 

At læra bókstavir merkir, at næmingarnir skulu duga at siga, hvussu hvør bókstavur eitur, og at siga, hvussu hann ljóðar. Tey skulu eisini læra at kenna ljóðini aftur í einum orði, um ljóðið er fyrst, mitt/inni í, ella síðst.

Harafturat skulu tey læra at finna hann millum aðrar bókstavar og duga at skriva hann.

Tað er tað, vit arbeiða við í skúlanum, men tit kunnu eisini royna at fylgja við heima, um nú barn tykkara kennir bókstavarnir, sum vit hava havt. Teir, vit hava havt er, Áá, Ss, Ll, Íí, Óó, Tt, Ii, Bb, Ee, Gg, Nn, Rr, Hh, Úú Mm, Ff, Aa, Kk, Uu, Dd, Øø, Ææ og Oo

Jú skjótari barnið dugir bókstavarnar, jú skjótari hevur tað møguleika at koma at lesa. :)