Virðisgrundarlag

Sum starvsfólk á Skúlatrøð vilja vit standa saman um hesi virðir:

Felagskensla

  • Vit vilja skipa fyri felags trivnaðar- og faktiltøkum fyri starvsfólkum
  • Vit vilja skipa fyri felags upplivingum fyri næmingar
  • Vit vilja standa saman um felags reglur og mannagongdir í skúlanum
  • Vit vilja standa saman um at skapa eitt gott umdømi fyri skúlan
  • Vit vilja hjálpa hvør øðrum sum starvsfólk

Virðing

  • Vit vilja standa saman um at skapa virðing fyri skúlanum – bæði innan- og uttanhýsis
  • Vit vilja virða starvsfelagar, næmingar og foreldur
  • Vit eggja til opið og konstruktivt samskifti
  • Vit vilja virða ognir skúlans og ognir hjá øðrum
  • Vit vilja virða ynskir hjá lærarum um tímatalvuna og at leiðslan hevur avgerðarrættin

Skipað viðurskifti

  • Vit vilja hava greiðar mannagongdir og meginreglur
  • Vit vilja hava greið ábyrgdarbýti skipanarliga og fyri ymiskar uppgávur í skúlanum
  • Vit vilja halda ásettar tíðarfreistir við. t.d. ársætlanum, tímabókum o.ø.