Meginreglur um royking á Skúlatrøð
Í 2008 var løgtingslóg um tiltøk at minka um royking sett í verk. Endamálið við lógini er millum annað at tryggja øllum roykfrí umhvørvi.
Hesar meginreglur eru grundaðar á
- Løgtingslógina frá 10. juni 2008 um royking, har tað er ásett, at ikki er loyvi at roykja í m.a. skúlum. Snús og onnur tubbaksvøra er eisini fevnd av hesi lóg.
- Vit vilja eisini sum skúli tálma royking og læra næmingarnar um heilsuligu avleiðingarnar, ið kunnu standast av royking.
Tað er tí ikki loyvt at roykja á skúlans øki á Skúlatrøð. Hetta er galdandi fyri øll starvsfólk skúlans, næmingar og vitjandi í skúlanum.
Næmingum er als ikki loyvt at roykja í skúlatíðini.
Flokslærarin kunnar næmingarnar um hesar reglur.
Um næmingur ikki heldur hesar reglur, verður tað tikið upp við næming/heim sambært trivnaðarætlanini og kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini.
Skúlastýrið á Skúlatrøð tann 3. februar 2016