Lesið yrkingina væl og finnið 5 orð, sum tit ikki skilja og skrivið tey niður.
Farið inn á sprotin.fo og kannið, hvat orðið merkir ella tit spyrja foreldrini. Gott, um foreldrini eisini hjálpa tykkum og tit fáa eitt prát um yrkingina.
Fyrisøgn til viku 50
Lesið og leggið tykkum í geyma!
Fyrisøgn vika 44
Eg havi fingið nýggja troyggju frá mammu. Mamma hevur bundið troyggjuna. Eg eigi altíð onkra vakra troyggju, tí bæði mamma og omma binda nógv. Pápi hevur ikki sæð troyggjuna, men mamma hevur tikið mynd av mær, og so hevur hon lovað pápa at senda honum myndina. Pápi er ongantíð heima, tá eg havi føðingardag, men hann hevur sagt, at hann skjótt fer at fáa sær frí.
Fyrisøgn til týsdagin 10. septembur
Tey hava bæði gingið til skótar, spælt fótbólt og svomið. Hanna hevur eisini riðið nógv, men tað hevur Haraldur ikki tímað so væl. Tá ið hon plagdi at fara at ríða, hevur hann ofta fiskað ella smíðað. Hanna gleðir seg so nógv, til hann kemur aftur.
Hann hevur skrivað stílin. Tey hava sitið í allan dag. Vit høvdu øll lisið væl uppá. Eg havi svomið í dag.
Fyrisøgn til týsdagin 27. august
Hanna hevur júst fingið eini sms-boð frá besta vinmanni sínum, Haraldi.
Hann hevur verið í Fraklandi í nakrar vikur saman við familjuni, men nú kemur hann skjótt aftur til Føroya. Hanna hevur saknað Harald, tí tey hava altíð fylgst nógv. Tey hava eisini gingið í sama flokki í næstan fimm ár. Tey hava eisini somu áhugamál. Tey hava bæði gingið til skótar, spælt fótbólt og svomið.