Mannagongd fyri næmingafráverur
Floksbók (1.-10. fl.)
- Hvør flokkur hevur sína floksbók, sum flokslærarin hevur ábyrgdina av
- Floksbókin verður vanliga førd 1. tíma
- Frávera verður býtt í trý: við loyvi, uttan loyvi og sjúka
- Flokslærarin skal hava fráboðan, tá ið næmingur ikki er í skúla. Fráboðanin kann koma áðrenn ella beint eftir fráveruna.
- Fær flokslærarin onga fráboðan um fráveru, setur hann seg í samband við heimið
- Eru áhaldandi trupulleikar við at fáa fráboðan um fráveru, vendir flokslærarin sær til leiðsluna. Saman við flokslæraranum tekur leiðslan sær av málinum
- Flokslærarin letur skrivstovuni mánaðaryvirlit hvønn mánað
Tímabók (8.-10. fl.)
- Lærarar í framhaldsdeildini skulu føra tímabók
- Um næmingur hevur ov stóra fráveru, tosar viðkomandi lærari við næmingin og kunnar flokslæraran. Við ov stóra fráveru verður hugsað um, at næmingar eru nógv burtur stutt tíðarskeið (t.d. 2-3. vikur) ella javnan eru burtur einstakar tímar yvir eitt longri tíðarskeið.
- Um fráveran heldur fram, tosar flokslærarin saman við læraranum við næmingin um støðuna. Samrøðan skal skjalprógvast við skjali, sum verður latið skrivstovuni.
- Heldur fráveran hjá viðkomandi næmingi fram, skal lærarin aftur siga flokslæraranum frá, og flokslærarin/lærarin kunnar heimið um støðuna. Samrøðan skal skjalprógvast við skjali, sum verður latið skrivstovuni.
- Heldur fráveran hjá viðkomandi næmingi fram, skal lærarin aftur siga flokslæraranum frá. Flokslærarin vendir sær til leiðsluna við málinum, og saman við flokslæraranum tekur leiðslan sær av málinum