Vallærugreinar í 8.flokki
So er tíðin komin at velja vallærugreinar til 8.flokk. Næmingar skulu velja saman við foreldrum ella avvarðandi
Freistin at velja er mikudagin 27.mai
| 7.ð | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
| 08:00 - 08:45 | Støddfrøði | Handverk/list | Kristni | Samfelagsfrøði | Enskt |
| 08:45 - 09:30 | Støddfrøði | Handverk/list | Kristni | Søga | Enskt |
| 09:45 - 10:30 | Føroyskt | Føroyskt | Støddfrøði | Handaverk/list | Danskt |
| 10:30 - 11:15 | Føroyskt | Føroyskt | Støddfrøði | Hendaverk/list | Danskt |
| 11:15 - 11:30 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
| 11:45 - 12:30 | Landalæra | Samfelagsfrøði | Ítróttur | Lívfrøði | Lívfrøði |
| 12:30 - 13:15 | Danskt | Søga | Ítróttur | Alis/evnafrøði | Støddfrøði |
| 13:25 - 14:20 | Enskt | Alis/evnafrøði | |||
Vika 24 - 2026
Í skúlanum: Tosa um søguna og lesa upp. Skriva um rithøvundin, samandrátt, lýsa persónarnar og skriva hvat boðskapurin er í arbeiðsheftið.
S.34 -37 Bara eitt kill aftrat,
s. 38 - 45 Hitt reyða turriklæðið,
s.46 - 52 Finnufokus Filiofokus,
s. 53 - 59 Hví skal eg?
s.174 - 178 Vakurleikin og beistið.
Í próvtøkuni skalt tú: Lesa upp,
greiða frá um rithøvundin,
gera samandrátt av tekstinum,
greiða frá um persónarnar og
fortelja hvat boðskapurin er
(hvat roynir teksturin at læra okkum?)
Tú ert inni í uml. 10 min.
Í skúlanum:Tosa um søguna og lesa upp. Skriva um rithøvundin, samandrátt, lýsa persónarnar og skriva hvat boðskapurin er í arbeiðsheftið.
8.10 Betuel
8.20 Durita
8.30 Flóvin
8.40 Hanna
8.50 Hans Hergarð
9.00 Kristina
9.10 Ida
9.20 Jóhanna
9.50 Malan
10.00 Martin
10.10 Miriam
10.20 Lilja
10.30 Randi
10.40 Pætur
10.50 Rókur
11.00 Rósa
11.40 Rúni
11.50 Silja
12.00 Villiam
Seturskúli í Fuglafirði
7/5-26 Fóru vit til Fuglafirðar á seturskúla. Vit vitjaðu Havsbrún og fingu at vita, hvat tey gera har og sloppu at hyggja eftir tunnlunum og maskinunum, tey hava. So spældu og rokaðust vit í fimleikarhøllini í Fuglafirðar skúla og fóru so at svimja aftaná. Vit gingu nógvar túrar oman í FK at keypa og hugnaðu okkum annars til langt út á kvøldið/náttina. Næsta dag ótu vit morgunmat, hugnaðu okkum og ruddaðu so av. Ein sera góður túrur :)
Bod frá leiðsluni
Eftir páskir verður frávera hjá næmingum fráboðað á heimasíðu skúlans.
Tit fara inn á heim og skúli og síðani inn á fráboðan um fráveru. Har útfylla tit teigarnar og senda skúlanum boðini.
Leinkja:
Tá tit hava fylt út og sent, fáa tit eini boð, har stendur at boðini eru send.
bl.h
Jónleif Johannesen
Skúlastjóri
Skúlaleikir
Í dag 21/4, vóru vit til Skúlaleikir í Havn, ein sera góður dagur. Veðrið var so gott, og børnini sloppu at royna seg í nógvum ymiskum abjóðingum.
Grease
24/3 vóru vit og hugdu eftir sjónleikinun Grease í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
STØDDFRØÐI í VERKI
3 vikur fram fara vit hava støddfrøði í verki. Vit fara at arbeiða við einum hefti og viðgerða hagfrøði. Vit fara at læra at brúka rokniark, excel, at gera ritmyndir og læra at lesa ymiskar ritmyndir.
Vit arbeiða við hesum í støddfrøði tíminum.
HPV koppseting
Føroyska heilsustýrið viðmælir øllum børnum og ungum frá 12 ára aldur og eldri at verða koppsett fyri HPV, tvs. bæði gentur og dreingir.
Koppsetingin fæst við at seta seg í samband við kommunulæknan og er ein ókeypis koppseting.
Í faldaranum fæst kunning um hesa koppseting. faldari_hpv_m65.pdf
Vinarliga
Elin og Sigrun, heilsufrøðingar
Jólahugni
27/11-25 høvdu vit í 7.ð hugnakvøld. Vit ótu pizza og lurtaðu eftir jólatónleiki. So spældu vit turbo-zombie og hugnaðu okkum fyri rest.
7.ð á skoytibánanum 2/12-25
Skúlin bjóðar hvørt ár øllum flokkunun oman á Biskupstorg at skoyta. Vit vóru í góða veðrinum í gjár og tað var ordiliga stuttligt. Her eru nakrar myndir.
7.ð var ein túr í Borðoyavík og í Grøv 27/10-25
Í dag var veðrið so sera gott, og tí fóru vit fyrst ein túr niðan í Borðoyavík og so ein gongutúr út í Grøv. Í Borðoyavík royndu vit at lappa, ymiskt var hvussu tað gekst. Og so gingu vit út í Grøv. Har spældu vit krógva og blunda. Tað er altíð stuttligt. Á veg heim klatraðu nakrar raskar gentur uppá flagtakið á gróthúsinum. Ein sera góður túrur og sera vakur dagur :)
7.ð vitjar Varmakeldugarðin 21/10-25
Ársætlan/Kalendari hjá 7.ð
Ársætlan fyri flokkin sæst við at klikkja á leinkjuna niðanfyri. Ársætlanin verður dagført so hvørt sum tiltøk o.a. koma á skrá.
Støddfrøði
Hetta er Rokinmaskinan við brúka í skúlanum. Tær kunnu keypast á skrivstovu skúlans, fyri 250 kr kontant.
Lærarar í 7.Ð eru:
Lydia Joensen (224224): Flokslærari, føroyskt, enskt og kristni,
Bjarni Ziska Dahl: Støddfrøði, samfelagsfrøði og søga.
Hjørdis Havarsá: Landalæra og lívfrøði.
Ragnhild Ellingsgaard: Danskt.
Elin Maria Sørensen: Alis/evnafrøði.
Ítróttur: Unnur Fonn, Sanna Akurstein, Anja Norðoy, Eyðbjørn Jacobsen, Símun Lassaberg og Jákup Mikkelsen.
Valfak: Maria Ziska (Evning), Unnur Fonn (Útilív), Katja Kjartansdóttir (Telda/Handarbeið), Sanna Akurstein (Telda), Símun Lassaberg (Talv), Steintór Rasmussen (Tónleik), Hanna Y. Sólbjørg (Evning)
Pennahúsin
Nú nýtt skúlaár byrjar, er gott um øll gera eitt "pennahúsaeftirlit", soleiðis at øll hava tey amboð tøk í skúlataskuni, sum tørvur er á.
Hetta eigur altíð at vera í pennahúsanum:
Í minsta lagi tveir spískaðir blýantar
Viskileður
Blíantsspískari
Linjál
Saksur
Límstift
Litblýantar
evt. tussjfarvur