Næmingaráð á Skúlatrøð

Endamál

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á egnan skúladag.

Fólkaskúlalógin um næmingaráð

§ 56. Stk. 2. Til hvønn skúla, ið hevur 5. ella eldri floksstig, stovna næmingarnir eitt næmingaráð.

Reglur fyri næmingaráðið

Grein 1
Næmingaráðið á Skúlatrøð umboðar 1. til 9. flokk. Valrætt og valbæri hava næmingar í 4. til 9. flokki.

Grein 2
Næmingaráðið hevur 6 limir og 6 varalimir. Hvør árgangur í 4. til 9. flokki skipar fyri vali, har eitt umboð og eitt eykaumboð verða vald. Árgangirnir hava val til næmingaráðið við skúlaársbyrjan, ella tá teirra umboð í næmingaráðnum ikki longur er næmingur í skúlanum.

Grein 3
Eitt starvsfólk skúlans verður sett at hava ábyrgd fyri næmingaráðnum. Ábyrgdarfólkið leiðbeinir og tryggjar góðan fundarsið og gott arbeiðslag.

Grein 4
Næmingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Fundir í næmingaráðnum verða hildnir eftir tørvi, tó í minsta lagi 5 fundir um árið. Allir næmingar skúlans kunnu seta fram uppskot til mál á skrá. Fundir í næmingaráðnum verða hildnir í skúlatíð. Tryggjast má, at fundirnir ikki altíð raka somu undirvísingartímar. Frágreiðing verður skrivað frá fundunum og latin starvsfólki skúlans at kunngera. Við endan av hvørjum skúlaári skipar næmingaráðið fyri fundi, har ársfrágreiðing verður løgd fram.

Grein 5
Næmingaráðsformaðurin og næstformaðurin kunnu í ávísum málum umboða næmingaráðið á námsfrøðiligum fundi og skúlastýrisfundi.

Á Skúlatrøð tann 29. august 2016