At lesa heima til mánadagin 9. novembur (s. 64 í Oliver Twist)
Charles Dickens 1812-1870
Charles Dickens búði í London í Onglandi um tað mundi, tá ið Victoria var drotning. 12 ára gamal mátti hann arbeiða á eini verksmiðju. Hann gloymdi ongantíð, hvussu hart lívið kundi vera, og høvuðsevnið í skaldsøgum hansara var stóri munurin á ríkum og fátækum.
Dickens varð ein av mest lisnu rithøvundunum í síni tíð. Hann hevur skrivað nógvar kendar skaldsøgur, millum aðrar hesar, sum eru týddar til føroyskt, Valstríð, sum kom út í savninum Silvurfirvaldurin í 1980, Eitt jólaævintýr, sum kom út í 1990, og Oliver Twist, sum kom út í 1998.
Mín jólabók 2026 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Tú kanst bíleggja tær bókina her https://jolabokin.fo/
Vika 46 - 2026
Í skúlanum: Vit lesa upp
Dreingir fimleik (ca) - Kí- høll (jáj)
Les s. 14-17 í Enskt 5.
Minst til at koyra pappír um bókina.
Staviorðini hesaferð eru:
fylgdu, niðan, hitt fjallið, fyri, segði, fyrsta, hitt súreplið, hevði.
Finnið hvør sín serstakan stein við sjónligum minerali í og havið hann við í skúla.
G.G. Penalarhúsin
Tað er alt ov nógvir pennahúsar, sum mangla fleiri amboð. Hetta eigur ALTÍÐ at vera í penalarhúsinum:
Í minsta lagi tveir spískaðir blýantar
Viskileður
Blýantsspískari
Linjál
Vinkulmátari
Gott at hava litblýantar í taskuni.
| Klokkan | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
| 08.00 - 08.45 | Støddfrøði | Ítróttur | Føroyskt | Støddfrøði | Náttúra/tøkni |
| 08.45 - 09.30 | Støddfrøði | Ítróttur | Kristni | Støddfrøði | Náttúra/tøkni |
| Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter |
| 09.45 - 10.30 | Føroyskt | Danskt | Ha/Li | Føroyskt | Føroyskt |
| Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
| 10.45 - 11.30 | Kristni | Danskt | Ha/Li | Danskt | Føroyskt |
| Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter | Fríkorter |
| 11.45 - 12.30 | Støddfrøði | Enskt | Søga/samtíð | Ha/Li | |
| 12.30 - 13.15 | Enskt | Søga/samtíð | Ha/Li | ||
| 13.25 - 14.10 | Kór |
Flokslærarar: Gunrið Kallsberg og Hjørdis Hávarsá
Gunrið Kallsberg tlf. 229060 - føroyskt, kristni, søga og nát/tø
Hjørdis Hávarsá tlf. 507391 - støddfrøði, nát/tø og ítrótt
Emely Tjørná - danskt og enskt
Handaverk og List:
Mentan og umhvørvi: Steintór Rasmussen og Hjørdis Hávarsá
Evning: Margretha Nystrøm Hansen
Køk: Maria Isaksen
Smíð: Heini Ziska Dahl
Hondarbeiði: Maria Ziska