Lesikanningar

At fylgja lesimenningini hjá næmingunum verða javnan kanningar gjørdar. Umframt at lesikanningin er eitt amboð hjá lærarunum at leggja undirvísingina til rættis, er hon eisini eitt amboð hjá foreldrum at fylgja við og stuðla sínum barni í lesimenningini.

Í 1. og 2. flokki verða sonevndu Súlutestirnar gjørdar. Sum heild ber til at siga um Súlutestirnar, at tær kanna bókstavkunnleika, avkoding og lesifatan hjá næmingunum. At hava bókstavkunnleika er at kenna skapið á bókstavunum, vita, hvussu teir ljóða, og duga at skriva teir. At avkoda er at kunna seta einstøku ljóðini saman til orð.

Í SL-kanningunum í 3., 4. og 5. flokki lesur næmingurin setning og skal finna røttu myndina. Kanningin mátar rættleika, lesiferð og fatan. Eisini kann arbeiðslag lesast úr teimum. Lesivegleiðarin ger kanningarnar.