Góðu foreldur/verjar

Nú er klárt at skriva næmingar inn í 1. flokk á Skúlatrøð til komandi skúlaár 2026/27.

Eins og seinastu árini er innskrivingin talgild.

Tú trýstir á leinkjuna her

Innskrivingin er opin til 26. januar 2026.

Tey foreldur, sum hava børn við ovurviðkvæmi, vera somuleiðis biðin um at fylla út eitt spurnarblað til matarskipanina her

Hósdagin 29. januar kl. 17.00 bjóðar skúlin til kunnandi fund fyri foreldrum/verjum og innskrivaðum børnum, ið eftir ætlan skulu byrja í 1. flokki skúlaárið 2026/27.

Fundurin er í nýggju miðhøll skúlans, og verður umleið 1. tíma.

 

 

Vinarliga

Leiðslan