14. desembur finna vit tríggjar vinnarar. Vinningarnir eru 4 á rað, Ludo og talv.
Hetta er seinastu ferð í ár, at vit opna lúku í jólakalendaranum. Vit takka fyri stóru undirtøkuna og at tit hava verið so røsk at svara.
Vit gleða okkum til komandi ár.
Hepnu vinnararnir 13. desembur vóru Jónas í 3.a, sum vann 1000 stk mumipusluspæl, og Snæbjørn í 1.d, sum vann Svartiper. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.
Hepnu vinnararnir 14. desembur vóru Eyðun í 5.b, sum vann talv, Ella í 1.d, sum vann 4 á rað og Tóra í 1.b, sum vann Ludo.
Tey fáa vinningarnar í morgin.
Vit takka fyri í ár og ynskja øllum eini gleðilig jól

Hyggið her allir næmingar!
Í ár er ein spennandi jólakalendari á bókasavninum á Skúlatrøð.
Farið inn á heimasíðuna og veljið Bókasavn ovast á breddanum. Veldið síðani Jólakalendarin 2021 á høgra bredda. Har finna tit jólakalendaran. Her kunnu tit svara spurningum og verða við í lutakastinum um ein góðan vinning.
Tit kunnu vitja jólakalendaran saman við lærara ella foreldrum og svara spurningunum á ein lepa. Minnist til at skriva dagfesting, svarið og navn og eftirnavn á næmingi og flokk. Koyr lepan í eskjuna, sum stendur á borðinum í gomlu miðhøll ella á skenkinum uttanfyri bókasavnið.
Vinnarin verður avdúkaður hvønn skúladag, tá nýggj lúka verður opnað.
Vit høvdu viljað sæð tykkum á bókasavninum, men í ár verður jólakalendarin á heimasíðuni. Vit vóna at fá nógvar lepar í eskjurnar.
Við bestu jólakvøðu
Skúlabókavørðirnir
Hepni vinnarin 1. desembur var David í 5.b. Hann vann Magic Cube.
Hepni vinnarin 2. desembur var Noomi í 6.a. Hon vann Magic Spring.
Hepni vinnarin 3. desembur var Regin í 6.d. Hann vann eitt Hoppiband við teljara.
Hepni vinnarin 6. desembur var Steffan í 3.a. Hann vann Stretch Ball.
Hepni vinnarin 7. desembur var Hugin í 5.b. Hann vann Mandala teknibók og litblýantar.
Hepni vinnarin 8. desembur var Tórur í 5.b. Hann vann 1000 klisturmerkir.
Hepni vinnarin 9. desembur var Elisa í 1.a. Hon vann vatnlitir og glimmurlitir.
Í dag vóru tveir hepnir vinnarar. Teir vóru Klára Maria í 3. b og Karstin í 1. d.
Hepnu vinnararnir 13. desembur vóru Jónas í 3.a, sum vann 1000 stk mumipusluspæl, og Snæbjørn í 1.d, sum vann Svartiper.
Hepnu vinnararnir 14. desembur vóru Eyðun í 5.b, sum vann talv, Ella í 1.d, sum vann 4 á rað og Tóra í 1.b, sum vann Ludo









