Fyrsti skúladagur

Ongar myndir
Ongar myndir

Rennistafettin á Skúlatrøð

Í dag hava næmingarnir í 1. - 6. flokk runnið stafett. Tað var Treystið, sum skipaði fyri, og hetta gekk skjótt og væl. Næmingarnir vóru sera ágrýtnir og runnu sum fyri lívinum. Eisini vóru nakrir lærarar, sum runnu. Lagið var gott og veðrið var eisini so avbera gott. Teir flokkar, sum vunnu, fingu eina karton av sodavatn - SISU.

Ongar myndir

Talv í 3. flokkunum

3. flokkarnir hava í dag havt eina talvkapping. Hetta er ordiliga spennandi og mennandi fyri næmingarnar. Ætlanin er at fara við nøkrum liðum til eina talvkapping í Runavík tann 11. apríl, hendan kappingin er ímillum 3. flokkarnar í Eysturoynni og Klaksvík

Faldibøkur í undirvísingini

Faldibøkur í undirvísingini. Í dag var hetta á skránni hjá 7.ð. Hetta var so heilt vist nakað, sum genturnar tímdu væl og eisini nakrir dreingir. Tá vit nú hava arbeitt við skaldskapi av mannamunni, so bleiv tað evnið, sum skuldi fylla síðurnar í faldibókunum. Hetta er ordiliga stuttligt, og so hava næmingarnir eisini goymt tað á ein kreativan hátt, sum vit hava arbeitt við í føroyskum.

Klaksvík - ein demensvinaligur býur

Klaksvíkar kommuna hevur sett sær fyri, at Klaksvík skal vera ein demensvinaligur býur og í tí sambandi, hava starvsfólk frá Búðatrøð verið á Skúlatrøð og hildið kunnandi fyrilestur fyri 9. flokkunum um sjúkuna demens. Eisini hava tey givið næmingunum amboð til, hvussu teir kunnu møta, skilja og hjálpa demenssjúklingum úti í býnum, og har næmingar annars møta teimum í gerandisdegnum.

Demenssjúkan rakar familjuna hart, og tí er týdningarmikið, at vit skilja ta støðu, sum familjan er í. Eisini skulu vit hava í huga, at okkara vinfólk kunnu vera rakt av demenssjúkum foreldrum ella øðrum avvarðandi.

Endamálið við átakinum er, at demenssjúklingar skulu føla seg væl í býnum.

Klaksvík - ein demensvinaligur býur merkir, at vit duga og tora at hjálpa demenssjúklingum, sum vit møta úti í gerandisdegnum.

Eitt avbera gott tiltak, har fyrilestrarhaldararnir dugdu væl at greiða frá og vísa á týdningin av, hvussu vit møta demensraktum úti í samfelagnum.

Lesikafé

Í fjør var ein roynd gjørd at hava bindikafé á Skúlatrøð, og var sera góð undirtøka fyri hesum. Týsdagin og mikudagin í hesi vikuni var so roynt við lesikafé, sum eisini varð væl vitjað. Kaféin verður skipað soleiðis, at næmingar kunnu koma í hugnaligt og friðarligt umhvørvi hálvan tíma hvørjaferð í tveir fylgjandi skúladagar. Ætlanin er at hava kafé tveir fylgjandi dagar um mánaðin við ymsum innihaldi, har tað kann verða teknikafé, bindikafé, tónleikakafé ella okkurt heilt annað - møguleikarnir eru nógvir. Endamálið við kaféini er at skapa góðar og hugnaligar karmar fyri at fremja fakligan førleika á ymsum økjum.

Evnisdagar um Luther - 1. - 7. flokkarnir til gudstænastu

Í dag var fyrsti av trimum evnisdøgum um Martin Luther, sum var byrjanin til reformatiónina fyri 500 árum síðani. Katólska kirkjan fór í tvíningar, tá Martin Luther, sum ein væl lisin prestur gjørdi vart við fleiri viðurskifti, sum katólska kirkjan praktiseraði, men sum ikki vóru nevnd í Bíbliuni. Luther skrivaði 95 tesur/setningar ímóti katólsku kirkjuni og negldi tær á slotshurðina, so øll kundu lesa tær, og skjótt fekk hann tesurnar printaðar, so boðskapurin kom skjótt út til fólkið. Hetta førdi við tíðini við sær, at katólska kirkjan fór í tvíningar og tey, sum fylgdu Lutheri eftir vóru protestantar, sum er tann evangelisk Lutherska fólkakirkjan í dag. Allir flokkarnir frá 1. - 7. flokk vóru til gudstænastu, har Marjun Lómaklett prestur prædikaði og avbera góða skúlakórið sang. Tað er ymiskt, hvat flokkarnir hava arbeitt við hesar tríggjar dagarnar, og her eru bara nakrar heilt fáar myndir. Fleiri myndir eru eisini í øðrum mappum á heimasíðuni

Rennidagur 17

Í dag var árligi rennidagurin á skránni. Næmingar í Valskúlanum skipaðu fyri upphitingini á vøllinum og so varð runnið út í Oyrar og aftur í skúlan, har næmingar fingu frukt og okkurt drekkandi. Ein góður rennidagur í góðveðrinum. Myndir eru í savninum

Lívfrøði úti á feltinum - soppar og plantur

Í dag var farið út at leita eftir plantum og soppum. Nú er heyst og besta tíðin hjá soppunum, sum niðurbróta allan vøksturin sum fellur til jarðar, so tilfarið og føðsluevnini kunnu endurnýtast komandi vár. Vit funnu fleiri sløg av soppi. Tað er ikki altíð lætt at eyðmerkja sopp, um hann er etandi ella ikki, og tí viðmæla vit ikki at eta sopp, uttan onkur serkønur gevur grønt ljós.

Seinasti skúladagur

So var seinasti skúladagur her. Aftaná, at hugnaløta hevði verið í floksstovunum, har lærarar og næmingar nýttu høvið at siga farvæl og enda árið á ymiskar mátar, varð skipað fyri sangløtu og grillhugna í skúlagarðinum. Eisini vóru nøkur foreldur í grilltoyminum. Hetta var ein góð løta og øll hugnaðu sær í frálíka veðrinum. Ein góður máti at enda skúlaárið og byrja summarfrítíðina. Vit síggja fram til og gleða okkum at síggjast aftur 16. august.

Góða summarfrítíð!