Mín jólabók 2026 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Tú kanst bíleggja tær bókina her https://jolabokin.fo/
Lesivenjing
Les í 10-15 minuttir hvønn dag í onkrari føroyskari bók, eftir egnum ynski.
Vika 46 - 2026
In school: Read out loud + assignments + grammar
Í skúlanum: Evnið er veðurlag og vøkstur
Í skúlanum: Mállæra í Punktum
Vit gera "citat figurin" lidnan.
Dreingir Kí-høll/fimleikarhøll
Lús!
Vit hava tilburð av lús. Vinarliga kembið!
06.09.2026
7.D
Útilív. Vit gingu niðan í Gravardal.
Flokslærarar: Maria Isaksen og Bjarni Ziska
Maria Isaksen, tlf. 258647: Føroyskt, enskt, landafrøði og kristni.
Bjarni Ziska: Samfelagsfrøði, tvílærari í støddfrøði og føroyskum.
Torfinnur Hentze: Støddfrøði og søga.
Lydia Samson: Danskt.
Bjarni Ziska, Sunnvá Waag Dam, Berit Norðoy Vilhelmsen, Jórun Høgnesen: Lívfrøði.
Elin Maria Sørensen, Petur Páll Mikkelsen, Hilda Jørgensen, Lovisa Sivertsen: Alis- og evnafrøði.
Johannes Klakk, Bjarni Ziska, Maria Isaksen, Berit Norðoy Vilhelmsen, Malan Heinadóttir Heinesen: Ítrótt.
Fráboðan um fráveru
Eftir páskir verður frávera hjá næmingum fráboðað á heimasíðu skúlans.
Tit fara inn á heim og skúli og síðani inn á fráboðan um fráveru. Har útfylla tit teigarnar og senda skúlanum boðini.
Vitjan umborð á Gadus
Ein hugnalig vitjan umborð á Gadus í morgun 27/03-'26. Vit sóu alt frá messuni, upp á brúnna og niður í kontrolrúmið. Serliga spennandi vóru playstationrúmið og biografurin ;) Vit takka fyri blíðskapin :)
