Barnatannrøktin

Barnatannarøktin ger eitt áhaldandi arbeiði fyri at upplýsa og ráðgeva foreldrum og næmingum um góða tannarøkt. “Reinar tenn - brenna ikki” er slagorðið.

Fyribyrgjandi arbeiði byrjar longu tá barnið er um hált annað ár. Barnið verður kannað og avvarðandi verða vegleidd í góðari tannrøkt. Víst verður á týdning, at børn tíðliga fáa góðan vana við at busta tenn. Børnini koma síðani til kanning á hvørjum ári.

Tá barnið byrjar í 1. flokki, heldur barnið fram í skipaninni. Næmingurin verður framhaldandi kannaður á hvørjum ári ella eftir tørvi. Allir næmingar í 5. flokki verða kannaðir av sertannlækna í tannrætting.

Tannrøktarar koma út í flokkarnar at undirvísa. Her verður t.d. ráðgivið í tannrøkt og heilsugóðum mati. Fyribyrgingin hevur veruliga givið úrslit og fleiri og fleiri næmingar fara úr skúlanum við tonnum, sum ongantíð hava verið viðgjørdar.

Barnatannrøktin
Skúlavegur
Tel. 45 56 51
Teldupostur: tonn@klaksvik.fo
Telefontíð: mánadag til fríggjadag frá kl. 8:00 til 15:00

Markus Hvannastein, tannlæknaleiðari
Hussamedin Al Weshahi (Sam), tannlækni
Dina Pálsdóttir Thomsen, tannlækni