Trivnaðarætlan skúlans

Endamál:

Á Skúlatrøð vilja vit, at:

  • øll trívast og mennast
  • øll virða og rúma hvør øðrum
  • øll verða góðtikin, sædd, hoyrd og viðurkend
  • øll kenna seg trygg
  • øll taka ábyrgd av egnum gerðum
  • øll vísa fyrilit og umsorgan hvør fyri øðrum
  • vit tora at siga frá
  • happing verður tikin í størsta álvara

Skapa trivnað

Á Skúlatrøð vilja vit skapa eitt umhvørvi, har tað er gott hjá øllum at vera. Trivnaður er fyritreyt fyri at læra og mennast og skal hugsast inn í alla undirvísing. Tey vaksnu, sum eru um næmingarnar, hava ábyrgd av at skapa karmar, har øll trívast.

Hvat kann skúlin gera, fyri at stuðla trivnaði?

Skúlin vil gera sítt til, at næmingarnir kenna seg sum part av felagsskapinum, og royna at skapa umstøður, har vinaløg kunna mennast. Dømi um tiltøk, sum kunnu vera við til at skapa góðan felagsskap, eru, at:

  • lærarin/námsfrøðingurin avgerð, hvussu næmingarnir sita í tímunum, og syrgir fyri, at næmingarnir flyta pláss javnan, og á henda hátt koma í samband við øll í flokkinum
  • skúlin leggur upp til, at spælibólkar eru í grund- og miðdeildini, har børnini vitja hvønn annan undir skipaðum viðurskiftum umleið einaferð um mánaðin.
  • skúlin skipar fyri foreldrabólkum, sum taka sær av, at foreldur og næmingar eru saman um ymiskt í gjøgnum skúlaárið
  • skúlin miðar ímóti at hava næmingasamrøður einaferð um árið
  • floksins tími og onnur trivnaðartiltøk eru regluliga í flokkunum
  • spælilið og vinarflokkar verða skipað á skúlanum
  • skipað spøl verða í fríkorterum
  • skúlin fylgir SSP-kalendaranum

Trivnaður er eisini tengdur at fakligu menningini. Vit vilja skapa eitt umhvørvi, har arbeiðsfriður er, og har hin einstaki sleppur at mennast fakliga við hóskandi avbjóðingum, sum hvørki stíla ov høgt ella lágt. Vit vilja hava eitt kveikjandi umhvørvi, sum er merkt av tryggleika.

Vit vilja vera nærverandi og týðulig vaksin, sum taka ábyrgd av felagsskapinum, og sum á ein viðurkennandi hátt síggja og hoyra næmingin, og gera okkara til, at næmingurin trygt kann koma við tí, ið nívir.

Hvat kunnu foreldur gera, fyri at stuðla trivnaði?

  • latið barnið møta væl svøvnt, mett, fyrireikað og til tíðina í skúla
  • tosið við barnið um munin á at smetta og siga frá, tá ið happað verður
  • hjálpið barninum at skyna á, nær argað og happað verður
  • venjið barnið at loysa ósemjur
  • latið barnið hava vinir við til hús
  • tosið jaliga um floksfelagarnar og foreldur teirra
  • tosið jaliga um starvsfólk skúlans og skúlan sum heild
  • verið virkin í felags tiltøkum í flokkinum
  • raðfestið, at barn tykkara altíð fer í føðingardag hjá floksfeløgum
  • bjóðið øllum flokkinum, gentunum og ella dreingjunum í føðingardag í staðin fyri at velja nøkur burturúr
  • síggið tað sum eina dygd at basa happing

Mistrivnaður

Hóast vit arbeiða fyribyrgjandi, so kemur tað av og á fyri, at onkur mistrívist. Nógvar orsøkir kunnu elva til mistrivna, og vilja vit gera okkara at hjálpa uppá støðuna. Hetta gera vit eitt nú við at tosa saman, ella at seta okkum í samband við røttu viðkomandi.

Hvat er happing?

Happing er, tá ið næmingur regluliga verður illa viðfarin av øðrum. Tað er eitt nú, tá ið næmingur ferð eftir ferð verður hóttur, háðaður, fær niðrandi viðmerkingar, er fyri harðskapi ella verður útihýstur frá felagsskapinum.

Tá ið næmingur kennir seg happaðan

Tá ið happing fer fram, er týdningarmikið, at hetta verður tikið upp beinanvegin og øll viðkomandi arbeiða saman um at basa happingini.

Hvat kann skúlin gera?

Um skúlin verður gjørdur varugur við, at happing fer fram, skal hetta takast í størsta álvara. Alt eftir, hvussu umfatandi happingin er, skal flokslærarin:

  • tosa við viðkomandi næmingar
  • viðgera støðuna saman við flokstoyminum
  • tosa við heimini um støðuna
  • viðgera støðuna í flokkinum
  • viðgera støðuna saman við viðkomandi foreldrum

Um hetta ikki hjálpir, skal flokslærarin:

  • fáa hjálp frá AKT- ella SSP-lærara
  • fáa hjálp frá heilsufrøðingi
  • taka málið upp við leiðsluna

Hvat kunnu foreldur gera?

Tá ið foreldur varnast, at barnið verður happað, er týdningarmikið at skilja kenslurnar hjá tí og fram um alt at stuðla barninum:

  • far í holt við trupulleikan sum nakað, ið kann og skal loysast
  • handla skjótt, tá ið tú hoyrir um happing.
  • set teg í samband við flokslærara ella heilsufrøðing á skúlanum.
  • set teg í samband við foreldrini hjá teimum, sum happa og greið teimum frá trupulleikanum, soleiðis sum barnið upplivir tað.
  • vís barninum, at tú stuðlar skúlans arbeiði við trupulleikanum
  • vís týðuliga, at happing verður ikki góðtikin

Hvat kunnu næmingar gera?

Um tú varnast, at næmingur verður happaður, er umráðandi, at tú ikki letur sum einki, men í staðin roynir at steðga happingini:

  • sig frá mótvegis teimum, sum happa, og lat teg ikki stýra av bólkatrýsti
  • bjóða tí, sum verður happaður, við í ein felagsskap
  • tosa við hini, sum ikki eru partur av happingini. Ger avtalur um at stuðla hvør øðrum í at steðga happingini
  • sig tað við ein vaksnan

Hvat kunnu foreldur at einum barni, sum er við í happing, gera?

Um barn títt er við í happing er umráðandi, at tú hjálpir barninum at kenna ábyrgd av sínum gerðum:

  • legg dent á happingina. Tað er ikki barnið, sum er trupulleikin, men happingin
  • spyr barnið, um nakað er, ið nívir
  • um tað eru fleiri, sum happa, skalt tú greiða hinum foreldrunum frá støðuni
  • set teg í samband við foreldrini hjá tí, sum happar, og tosa um trupulleikan
  • vís barninum, at tú stuðlar skúlans arbeiði við trupulleikanum

Førleikastovan:
Anna Maria á Lakjuni, forkvinna, tel. 737393

AKT-lærarar (Atferð, Kontakt og Trivnaður)
Beinta Vang, tel. 226789
Kirstin Joensen, tel. 257340

SSP-lærarar (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi):
Beinta Vang, tel. 226789
Kirstin Joensen, tel. 257340

Heilsufrøðingar:
Sigrun Dalsgaard Hansen, heilsufrøðingur, tel. 562395
sigrunh@gigni.fo

Sigrun hevur samband við næmingar A flokkum, genturnar í D flokkum og serdeildina í grunddeildini.

Elin Stakksund, heilsufrøðingur, tel. 562373
elins@gigni.fo

Elin hevur samband við næmingar í B flokkum, dreingjurnar í D flokkum og serdeildina í mið og hádeildini.

Trivnaðarætlan á Skúlatrøð.pdf