Enskar bøkur til øll floksstig

Enskar bøkur til øll floksstig

Nú bókasavnið á Skúlatrøð skjótt lat upp fyri tveimum árum síðani, kunnu vit loksins bjóða enskar bøkur til øll floksstig. Skúlin hevur, áðrenn tað, brúkt Klaksvíkar bókasavn og ger tað fyri ein part enn, tí vit eru ein partur av Klaksvíkar bókasavni. Síðani vit opnaðu í 2020, hava næmingar lænt ensku bøkurnar og fyri ein part eisini danskar á Klaksvíkar bókasavni

Tað eru fyritøkur í býnum, sum hava stuðlað við peningi til keyp av enskum bókum. Nú eru vit byrjað og fara framhaldandi at keypa nýggjar enskar bøkur inn. Alt fyri at fáa næmingarnir at lesa meira og serstakliga fara vit at keypa viðkomandi bøkur inn, bæði yrkis- og fagrar bókmentir.

Vit leggja út við hesum úrvalinum, sum er klárt at læna út.

So næmingar og lærarar!. Vælkomin á bókasavnið

Nýggjar bøkur

Yrkisbøkur hesaferð

Street-fodbold er ein áhugaverd bók, sum vísir allar hugsandi fintur og ymiskar rørslur, tú kanst gera við einum fótbólti.

Fine-ting er ein bók fyri tann, sum dámar væl at skapa. Bókin kemur við nógvum góðum hugskotum til skapandi hendur, har tú fært hugskot at gera nýtt burturúr gomlum.

Sigurd fortæller om naturvidenskab er bók fyri forvitna unga vísindafólkið, sum vil finna útav øllum frá, hvussu jørðin varð til og hvussu kroppurin lekir seg sjálvan. Tað serliga við hesi bókini er, at tað er eisini ein aktivitetsbók til. Kom við á eina ferð við Sigurd út í rúmdina, runt í heiminum, inn í mannakroppin og út í nattúruna.

Fagrar barna og ungdómsbókmentir hesaferð

Her liggi eg og bløði er ungdómsbók um Maju, sum ikki hevði funnið uppá at skatt seg sjálva, sum fólk annars tykjast at halda. Maja er so óheppin, at hon lesur ein teldupost, sum ikki var ætlaður henni, men sum pínir meir enn allar stikksagir í heiminum.

Hestur Horse Pferd Cheval Love er ein skaldsøga um at hava ein vin, sum er øðrvísi enn tú. Um at føla seg sum eitt barn og ein tannáring ísenn.

Enn livir Emil í Lønnebergi er um ribbaldin, Emil, sum býr í Kattholti í Lønnebergi og sum ger skálkabrøgd hvønn dag alt árið.

Stóra bókin um Mammu Mu og Krákus er um løgnu kúnna Mamma Mu og Krákus, sum klappar í takt við tónleikin.

Donsku barnabøkurnar hesaferð

Spiderman – superheltene går til angreb og Captein America – morgendagens hær eru lættar bøkur við góðum myndum, til tann, sum dámar væl teknirøðir.

Farlig fortid er lættlesilig ungdómsbók um Honnu, sum byrjar á einum nýggjum skúla, har ongin kennir hana. Tað er nokk best, at ongin kennir hana, men hvussu leingi kann Hanna goyma sína fortíð?

Nattens dronning snýr seg um Viktor, sum verður happaður, og sum er fluttur frá Paris til Helsingfors at búgva. Hendingarnar ganga fyri seg í 1915 í einum leikhúsi, har ymiskt løgið og óhugnaligt gongur fyri seg.

Rustaði heimurin 1 og 2


Rustaði heimurin - Flýggjanin úr Danmark snýr seg um tey fýra systkini Píl, Petur, Bowie og Ramonu, sum skulu vitja abban í Svøríki. Á veg til Svøríkis, detta tey niður í Danmark, sum nú er eitt ovurstórt ruskpláss. Hetta verður eitt garrvilt ævintýr, tí tey skulu finna abban í Svøríki og á vegnum møta tey alskins vinum og fíggindum.

 

Rustaði heimurin – Motorhjarta sigur okkum frá, hvussu tey fýra systkini nærum ikki kenna heimin aftur, sum hann var. Tey skulu nú venja seg við, at heimurin er fullur av ruski og fake news – ósannindum. Tey hava ongantíð havt meira brúk fyri sínum vinum enn júst nú.

 

Kom við á ferðina hjá Píl, Petur, Bowie og Ramonu og síggj, hvussu tey uppliva hesa ógvusligu ferðina.

Nýggjar føroyskar bøkur

Kom inn á bókasavnið og læn eina av nýggju góðu føroysku bókunum.

Rimarúmið Her finnur tú Rimarúmið, sum er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

Loynigentan Tú finnur eisini Loynigentan. Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er:...

Sombifepur Ein gátuførur fremmandamaður kemur til Eldsalu. Tað er tað heitasta summarið, ið Herbert veit um, og vespur eru allastaðni. Samstundis byrja fólk í Eldsalu at gerast sjúk. Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vinurin, Sally, gerast illgrunasom....

Fjallaklintrarin "At klintra í trøum er ikki tað sama sum at klintra í fjøllum, sigi eg. At klintra í fjøllum er ... Eg tigi. Hvussu skal eg kunna greiða Lýdiu og Syrsu frá? Trø vilja, at tú skalt klintra í teimum,...

Loynigentan

Tað er Tórunn Karina Henriksen, sum hevur skrivað ungdómsskaldsøguna.

Alda hevur mist systur sína Brynju, sum er deyð fyri egnari hond. Tað er ein tung tíð eftir hendingina, og Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína. Tað er so meiningsleyst, at systirin skal hava tikið hesa avgerð. Tað má vera ein orsøk til, hví hon valdi at taka sítt egna lív.
Hesin spurningurin vitjar Aldu aftur og aftur. Tað má vera eitt svar at finna onkrastaðni.

Ein viðkomandi, realistisk og eisini spennandi ungdómsskaldsøga, sum lýsir gerandisdagin og umstøður millum ung í Føroyum í dag. Umstøður, sum ein og hvør kann verða drigin inn í.

Bókavørðurin vil viðmæla ungum frá 14 ár at lesa hesa skaldsøguna. bókavørðurin vil eisini viðmæla foreldrum at lesa bókina, tí hon kann geva eitt innlit í umstøður hjá ungum og millum ung í dagsins samfelag.

Bókin er útgivin í desembur 2021 og er 230 blaðsíður.

Børn elska bókamerkir

“Kann eg fáa eitt bókamerki?” Næmingurin stendur við víðopnum eygum og spyr, men fær svarið. “Nei, tíverri, eiga vit ongi bókamerki í løtuni.”

Øll børn elska bókamerkir. Eitt bókamerki er ikki bara eitt pappírspetti, sum tú hevur í bókini. Bókamerkið leggur tú ímillum bókina, fyri at vita, hvar tú ert komin til og fyri at sleppa undan at oyðileggja hornini á blaðsíðuni, tú tú leggur tey inn.

Bókamerki kunnu eisini geva tær íblástur til aðrar bøkur, sum tú kanst fara at lesa í framtíðini. Umframt hetta, so kanst tú við okkara bókamerkjum eisini læra at endurgeva kendastu orðini hjá rithøvundum sum Malala Yousafsai, J.K. Rawling, Anne Frank og øðrum og hjá leiklutum í barnabókum, so sum Mumi, Pippi, Gummi Tarzan og fleiri. Fleiri av hesum orðum eru gullkorn.

Tá vit vita, hvønn týdning eitt bókamerki hevur fyri eitt barn og hvussu tað kann ávirka lesihugin hjá børnum, so tóku vit hesa avbjóðing á okkum og gjørdu nøkur. bókamerki. Hetta er stak spennandi, so stuttligt verður at gera enn fleiri og ymisk.

Nýtt føroyskt


Hestabøkur eru væl dámdar. Hesaferð hava vit fingið 3 reyðar krabbar um hestar - Brá fer í ríðiskúla, Er Glæma sjúk og Býtur Glæma?.

Eisini hava vit yrkisbókina Føroyska rossið. sum Beinta Johannesen hevur skrivað. Bókin hevur flottar myndir og er upplýsandi og góð. Kom inn á bókasavnið og les meira um føroyska rossið.

Um tær dámar væl at loysa gátur, so hava vit hava eisini fingið bókina 21 sannar detektivgátur.

Aðrar bøkur eru Nørd, Trøllabrillurnar hjá Lilju og Búi og pinkuskrímslini.

Legg leiðina inn og læn og les

Nýtt føroyskt á bókasavninum - oktobur

Hetta sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags um nýggju bøkurnar hesaferð

 

Djórametbókin

Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum luktar jarðnøtasmør, og ormin, sum er longri enn ein bláhvalur! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini.

Katharina Vestre skrivaði, og Linnea Vestre myndprýddi. Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr norskum. Bókin er innbundin, 85 síður og til tey, sum eru umleið 5-7 ár.

 

Andskræmiliga søgan um Lítla Hann

Onkuntíð er gott at vera bangin … Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilgrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin – klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru … Hetta er ein rættiliga óhugnalig søga um ræðslu, vandar og ræðandi skrímsl. Men hon er eisini um longsul, kærleika og dirvi. Og so fært tú at vita, hvussu tú klárar óhugnalig spøkilsi.

Lena Ollmark skrivaði, Per Gustavsson myndprýddi, og Ása H. Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 140 síður og til tey, sum eru umleið 8-10 ár.

 

Rustaði heimurin I – Flýggjanin úr Danmark

TEY FÝRA SYSTKINI – Píl, Petur, Bowie og Ramona skulu ferðast hjá abbanum í Svøríki. Men á ferðini úr heiminum í Grønlandi detta tey niður í Danmark, sum er eitt ovurstórt ruskpláss við ruski og oyðiløgdum robottum. Børnini fáa brúk fyri øllum sínum uppfinnsemi og viljastyrki fyri at finna abba sín, tí tey hitta bæði vinir og fíggindar á vegnum. Tað verður eitt garvilt ævintýr.

Adam O. skrivaði, og Tórarinn á Rípuni Niclasen týddi úr donskum. Bókin er heft, 162 síður og til tey, sum eru umleið 11-13 ár.

 

Tey gávaðu, tey evnaríku og eg

Fimtan ára gamli Sam er eingin víðagitin vloggari, hann er ongantíð farin viralt, og hann hevur ongan hug at gerast Tað Næsta Stóra. Satt at siga er hann púra vanligur og errin av tí. Og tað var ikki nakar trupulleiki fyrr enn babba gjørdist ríkur, og mamma fekk alt húskið at flyta til London. Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar. Sam veit, at hann fer ongantíð at hoyra til, sjálvt um hann hevði viljað tað. Og tað er áðrenn hann endar uppi á pallinum í ongum øðrum enn einari ullintari sparkidrakt ...

William Sutcliffe skrivaði, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bókin er heft, 296 síður og til tey, sum eru umleið 14 ár og eldri.

Nýtt føroyskt

Træhúsið í 104 hæddum

So er Træhúsið blivið hægri. Nú er ein bók í nógv lisnu og eftirsourdu røðini Træhúsið komin aftrat. Tað er Træhúsið við 104 hæddum. Kom og skunda tær og læn hana.

Falska Rósan

Falska rósan er eitt sjálvstøðugt framhald av teimum virðisløntu bókunum Ótrúliga søgan um Sally Jones og Drápsmansapan. 

Fuglatemjarin

Við Perlufiskaranum førdi Karin Erlandsson lesaran niður í havdýpið millum syngjandi perlur, gormkrabbar og rósuhávar. Í Fuglatemjaranum fær frásøgnin eitt sterkt og spennandi framhald

STYRKI

STYRKI er fyrsta bókin í science -fiction røðini hjá Ceciliu Eken og er um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika

Ræðuliga søgan um lítlu Hon.

Hetta er ein ræðulig, óhugnalig og ótespilig søga. Men hon er eisini spennandi og stuttlig. Og hon endar lukkuliga. Í øllum førum fyri summi ... 

Tá eg varð rænd aðru viku í juni

Eitt ógvisligt og skeivt ævintýr um knappliga at enda í eini aðrari familju. Og hvør veit, tað er kanska ikki so galið, sum tú heldur? Tað kundi hent, at tað er tað stuttligasta, sum er hent tær í langa tíð!

Tá eg varð rænd aðru viku í juni vann Finlandia Junior Prize í 2010

Nýtt á bókasavninum


Nú vit eru byrjað aftur, eru nýggjar bøkur settar fram. Kom og forvitnast og læn okkurt, sum tú heldur vera spennandi at vita meira um.

Nýggjar bøkur

Vilt tú vita meir um gosfjøll, klókar fuglar, virus og mangt annað, og vilt tú lesa um, hvussu trupult tað onkuntíð kann vera millum vinir ella hvussu tað er at vera kvinnuligur forseti í Íslandi? Kom so inn á bókasavnið og finn tað, tú leitar eftir. Vit hava júst fingið hesar nýggju góðu føroysku bøkurnar, sum kunnu siga tær nógv um hetta.

Hesar bøkur bíða eftir tær

Nú eru hesar bøkur settar fram og klárar at læna. Her eru bæði til tey smáu og til tey ungu. Alt frá krimi, skaldsøgu, ungdómsrøð og stuttligum barnabókum.

Jólini nærkast - eisini á Skúlatrøð

Jólini nærkast á bókasavninum. Nú eru jólabøkurnar setta fram, og næmingarnir kunnu so smátt koma í jólahýr við jólaligum lesnaði og jólaklippi.

Vit hava Mín jólabók í nýggjum og gomlum hami. Vit hava eisini jólaævintýr og smærri jólabøkur. Eisini hava vit onkrar ítrivsbøkur til jólaklipp. Vælkomin!

Hesar bøkur eru nýggjar á bókasavninum

Dámar tær at loysa loyndarmál?

Dámar tær væl at vera detektivur og loysa gátur, so eru hesar bøkurnar júst nakað fyri teg. Tú kanst vera høvuðspersónurin og finna loysnirnar.

Kom og royn teg, tí hetta er spennandi!