SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
20. november 2026
Ein rættvísur heimur
15. november 2026
Ársins besta bókamerki á Skúlatrøð
14. november 2026
Matarskráin fyri viku 47
Hvat hendir?
Páll Fangi
Ritið inn her!
Uppgávurnar gera tit í bólkum. 5 næmingar í hvørjum bólki.
Veljið tykkum 5 myndir úr bókini, sum tit greiða frá. Tvs. hvør næmingur hevur eina mynd at siga frá.
Svara hesum spurningum:
Hvat sært tú á myndini?
Hvørjir persónar eru á myndini?
Hvat gera tey/hann/hon?
Hvar eru tey/hann/hon?
Hvat heldur tú er hent áðrenn myndina?
Hvat fer at henda aftaná?
Hvussu eru persónarnir? (glaðir, bangnir, óðir.....)
Hví heldur tú tað?
Hvør næmingur greiður frá "síni" mynd.
Eg síggi, eg haldi, aftaná fer ...
Endamálið er at knýta myndir saman við søguni um Páll Fanga.
Uppgávan skal gerast á P.P og tit leggja fram mikudagin 7. oktober.