Ársins besta bókamerki á Skúlatrøð
Ársins besta bókamerki
Herfyri var bókamerkjakappingin Ársins besta bókamerki á Skúlatrøð, har næmingarnir kundu taka lut í kappingini um ársins besta bókamerki.
Hetta er fyrstu ferð, at bókamerkjakapping er útskrivað á Skúlatrøð, og vit eru sera fegin um stóru luttøkuna, sum kappingin hevur fingið.
Tað komu 260 bókamerki inn, so tit kunnu ætla, at tað var ein stór og spennandi uppgáva at hyggja at øllum og velja vinnararabókamerkini burturúr.
Avgjørt varð frammanundan, at trý skuldu veljast, sum tey bestu. Tað var ikki ein løtt avgerð at taka, tí tað komu sera nógv serstakliga vøkur bókamerki inn við nógvum ymiskum motivum.
Dómsnevndin er komin til eina niðurstøðu og hevur tikið avgerð um, hvørji bókamerki eru nummar 1, 2 og 3.
Ársins besta bókamerki eigur Sólbjørg Rósa Turiðardóttir í 4.d. Bókamerkið ímyndar føroyska mentan og náttúru.
Bókamerkið, sum bleiv nummar tvey, eigur Sólja Høgnadóttir í 8.d. Bókamerkið ímyndar eina bókahill á bókasavninum, har tveir fuglar standa uppi yvir eini opnari bók.
Bókamerkið, sum bleiv nummar trý, eigur Ronja Heðinsdóttir í 5.a. Bókamerkið ímyndar náttúru og ymisk djór, sum øll lesa úr hvør sínari bók.
Hjartaliga til lukku tit tríggjar Sólbjørg, Sólja og Ronja.
Vit takka næmingunum fyri luttøkuna og fyri øll tey vøkru bókamerkini, sum komu inn til kappingina. Vinnandi bókamerkið verður prentað á prentsmiðju og til taks á bókasavninum á Skúlatrøð.
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku.