Sorgarætlan
Fyrsta fráboðan
Tann, sum fyrst frættir um andlát, sum rámar næming ella starvsfólk skúlans, boðar skúlanum/leiðsluni frá.
Leiðslan boðar starvsfólkum skúlans frá og setir sorgarætlan í verk.
Húsavørðurin vindur flaggið í hálva stong.
Leiðslan setir síðani tilbúgvingararætlan í verk.
Andlát uttan fyri skúlatíð
Doyr næmingur ella starvsfólk skúlans uttan fyri skúlatíð boðar leiðslan beinanvegin flokslærara frá andlátinum.
Leiðslan boðar hinum starvsfólkum skúlans frá, áðrenn skúladagurin byrjar.
Húsavørðurin vindur flaggið í hálva stong.
Leiðslan setir tilbúgvingarrætlan í verk.
Um næmingur verður raktur av álvarsamari sjúku
Leiðslan boðar flokslærara og toyminum frá tí, sum hent er.
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) setir seg í samband við foreldrini fyri at kunna seg um sjúkuna og tað, sum hartil hoyrir. Síðani gera flokslærari og toymið eina ætlan um komandi dagarnar í flokkinum.
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) kunnar næmingar í flokkinum um støðuna.
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) fer á vitjan í heiminum.
Skipað verður fyri, at flokkurin kann gera eitthvørt serligt í fyrstu tíðini aftaná boðini; t.d. at skriva næminginum brøv og heilsanir, gera tekningar, fara at vitja næmingin heima osfr.
Leiðsla ella flokslærari (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) hava regluligt samband við heimið og fylgja á tann hátt við gongdini.
Leiðsla, flokslærari (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) eiga regluliga at vísa áhuga og umsorgan fyri næminginum, sum raktur er.
Um næmingur doyr
Leiðslan boðar beinanvegin flokslærara og toyminum frá tí, sum hent er.
Leiðslan boðar hinum starvsfólkum skúlans frá tí, sum hent er.
Leiðslan setir seg í samband við serkøn fólk (t.d. prest, sálarfrøðing, heilsusystir) og viðkomandi almennar stovnar.
Flokkurin, sum hevur mist
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) er saman við antin skúlastjóra, presti, sálarfrøðingi, heilsusystir ella tveimum umboðum frá sorgarbólkinum inni í flokshølinum, tá næmingarnir koma.
Greitt verður frá tí, sum hent er.
Tosað verður gjølla um tað, sum er hent.
Borðið hjá tí farna kann vera prýtt við blómum, ljósi og mynd.
Næmingarnir fáa høvi at gráta, práta, minnast og spyrja.
Næmingarnir kunnu evna okkurt til, sum foreldrini hjá tí farna kunnu fáa (t.d. brøv, tekningar, søgur, yrkingar).
Tað, sum eftir er av skúladegnum, verður nýtt til annað enn undirvísing; t.d. fara túr, drekkamunn, spæla tónleik o.a.
Læraratoymið
Toymið kannar tilbúgvingarætlanina og gera eina ætlan fyri komandi dagarnar.
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) er saman við øðrum (presti, sálarfrøðingi, heilsusystir, umboði frá sorgarbólkinum ella øðrum í toyminum) um flokkin í døgunum aftaná hendingina.
Sorgarbólkurin skipar saman við toyminum fyri eini minningarløtu í flokkinum fyri næmingar, lærarar og foreldur.
Hinir flokkar skúlans
Lærararnir, sum hava hinar flokkarnar, fara inn við sínum flokkum og og greiða frá tí, sum hent er.
Kunning til heimini
Heimini hjá teim næmingum, sum eru serliga raktir, fáa skriv, har skúlin greiðir frá tí, sum er hent og nær minningarløta skúlans verður.
Týdningarmikið
Toymið/leiðslan syrgir fyri, at næmingar í flokkinum, sum hevur mist, ikki koma heim í tóm hús. Toymið/leiðslan syrgir fyri, at eingin lærari er einsamallur um flokkin fyrstu dagarnar aftaná hendingina.
Fyrsta vitjan í heiminum
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) og skúlastjóri vitja heimið við blómutyssi og eini heilsan frá skúlanum. Samkenslukort liggja í hesi mappuni.
Umráðandi er nágreiniliga at fáa at vita, hvat hendi. Hetta fyri at sleppa undan gitingum. Eisini er umráðandi at vita, um nakrar av upplýsingunum ikki skulu berast víðari til skúlan/næmingar.
Tey greiða frá minningarløtuni, sum verður hildin á skúlanum. Tey spyrja, um tey avvarðandi hava hug at luttaka ella um tey avvarðandi hava hug at vitja flokkum ein av fyrstu døgunum ella seinni. Tey spyrja eisini, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp.
Avtala verður gjørd um, nær skúlin aftur kann seta seg í samband við heimið - ella nær umboð fyri skúlan aftur kunnu koma á vitjan.
Næsta vitjan í heiminum
Flokslærari (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) og umboð frá leiðsluni vitja aftur heimið.
Greitt verður frá støðuni í flokkinum og møguligar heilsanir frá flokkinum verða handaðar teim avvarðandi.
Tey fáa at vita, nær jarðarferðin verður og hvussu hon fer fram.
Minningarløtan
Leiðslan skipar saman við sorgarbólkinum fyri felags minningarløta fyri øllum skúlanum annan skúladagin eftir hendingina.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Til minningarløtuna verður borð sett upp við ljósi og blómutyssi.
Sálmur verður sungin.
Prestur hevur bønarhald.
Tøgn.
Sálmur verður sungin.
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) er saman við antin skúlastjóra, presti, sálarfrøðingi, heilsusystir ella umboði frá sorgarbólkinum saman við flokkinum, sum mist hevur, allan skúladagin.
Leiðslan kannar eftir, at allir flokkar hava flokslærara (ella annan lærara, sum kennir flokkin væl) at vera saman við flokkinum tíman aftaná minningarløtuna.
Jarðarferðin
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Eingin skúlagongd er undir jarðarferðini.
Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum.
Flokslærari og umboð fyri leiðsluna eiga at luttaka (kapel, jarðarferð og til ervið)
Skúlin sendir krans.
Hvat hendir aftaná
Lærarar floksins fylgja við, hvussu næmingarnir í flokkinum hava tað.
Sorgarbólkurin boðar til fundar, har lærarar greiða frá eygleiðingum í flokkinum.
Leiðslan skipar fyri serkønari hjálp (t.d. prestur, sálarfrøðingur, heilsusystir), um tørvur er á hesum.
Flokslærari saman við sorgarbólki savnar saman ognarlutir hjá tí farna.
Flokkurin minnist fyrsta føðingardagin hjá tí farna.
Týdningarmikið
At tosa um missin og sorgina í flokkinum.
Aðrir møguleikar
Minningarorð verða send bløðunum frá skúlanum/lærarum/flokkinum.
Skúlin skipar fyri foreldrafundi um tað at missa.
Flokkurin minnist fyrsta føðingardagin hjá tí farna.
Um næmingur missir foreldur, systkin ella onnur avvarðandi
Leiðslan syrgir fyri neyðuga sambandinum við hini starvsfólkini.
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) fer saman við øðrum lærara inn í flokkin at greiða frá tí, sum hent er. Hesi eru saman við flokkinum tað, sum eftir er av skúladegnum (ella eftir tørvi).
Næmingarnir kunnu evna okkurt til tann, sum hevur mist. T.d. søgur, myndir, yrkingar, brøv.
Leiðslan ger skriv til heimini og greiðir frá tí, sum hent er.
Læraratoymið kannar tilbúgvingarætlina og ger eina ætlan fyri komandi dagarnar.
Samkensluheilsan/vitjan í heiminum
Skúlin sendir heiminum blómutyssi við heilsan frá skúlafeløgunum og skúlanum.
Flokslærari saman við øðrum lærara floksins vitjar heimið.
Tey spyrja, um toymið ella næmingarnir kunnu vera næminginum til hjálpar fyrstu dagarnar aftaná andlátið.
Jarðarferðin
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Umboð fyri leiðsluna, toymið og flokslærari eru við til jarðarferðina.
Floksfelagarnir kunnu fylgja í samráð við - ella saman við - foreldrum.
Hvat hendir aftaná
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) fyrireikar hinar næmingarnar, tá floksfelagin kemur aftur.
Lærarar floksins fylgja næminginum, sum mist hevur, tá viðkomandi kemur aftur í skúla.
Leiðslan saman við flokslærarara syrgir fyri møguligari serkønari hjálp (t.d. presti, sálarfrøðingi, heilsusystir).
Týdningarmikið
At tosa um missin og sorgina í flokkinum.
Flokslærari/annar lærari tosar við næmingin um sorgina við jøvnum millumbili.
Lærarar floksins fylgja við, hvussu næmingurin og floksfelagarnir hava tað.
Hinir flokkarnir
Flokslærarin (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) greiðir næmingunum frá, at ein av næmingum skúlans hevur mist ein av sínum næstu.
Um starvsfelagi verður raktur av álvarsamari sjúku
Leiðslan setir seg í samband við familjuna og kunnar síðani starvsfólk skúlans um støðuna.
Hvør flokslærari (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) kunnar flokkin um støðuna. Teir næmingar, sum hava viðkomandi lærara, eiga at fáa serstaka kunning.
Heimini, har viðkomandi lærari er flokslærari, fáa skriv heim, har greitt verður frá støðuni.
Leiðslan hevur regluligt samband við familjuna hjá tí rakta (ella við viðkomandi sjálva/n) og fylgir á tann hátt við gongdini. Leiðslan eigur regluliga at vísa áhuga og umsorgan fyri tí, sum raktur er
Um starvsfelagi doyr
Leiðslan savnar saman starvsfólk skúlans og greiðir teimum frá tí, sum hent er.
Boð verða givin hinum skúlanum.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Leiðslan skipar fyri stuttari minningarløtu, har vit saman minnast tann farna.
Leiðslan kunnar um, hvussu dagurin verður og hvat skal sigast við næmingarnar.
Eru starvsfólk, sum ikki eru før fyri at arbeiða aftaná boðini, so eiga onnur at lesa tímarnar hjá viðkomandi.
Flokkarnir fáa boðini.
Um flokslærari doyr, tekur tann lærari, sum hevur flokkin næst eftir flokslæraran, sær av flokkinum saman við umboðum frá sorgarbólkinum.
Flokkar eiga ikki at fáa frí eftir beint eftir boðini. Heldur skulu aðrar loysnir finnast.
Vitjan í heiminum
Umboð fyri leiðslu og skúlan vitja heimið við blómutyssi og eini heilsan frá skúlanum.
Samkenslukort liggja í hesi mappu.
Tey greiða frá minningarløtuni, sum verður hildin á skúlanum og spyrja, um tey avvarðandi hava hug at luttaka.
Tey spyrja eisini, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp.
Minningarløta
Leiðslan skipar saman við sorgarbólkinum fyri felags minningarløtu á skúlanum annan skúladagin eftir andlátið.
Í høllini verður borð sett upp við ljósi og blómutyssi.
Sálmur verður sungin.
Prestur hevur bønarhald.
Tøgn.
Sálmur verðu sungin.
Flokslærari (ella annar lærari, sum kennir flokkin væl) er saman við flokki sínum tíman aftaná minningarløtuna.
Jarðarferð
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Eingin skúlagongd er undir jarðarferðini.
Næmingar kunnu fylgja í samráð - ella saman við - foreldrunum.
Skúlin sendir krans.
Aðrir møguleikar
Skúlin skrivar minningarorð til Skúlablaðið og møguliga onnur bløð.
Um starvsfelagi missir hjúnarfelaga ella barn
Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Flokkarnir fáa boðini.
Um flokslærari hevur mist, tekur tann lærari, sum hevur flokkin næst eftir flokslærara, sær av flokkinum.
Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið við blómutyssi og eini heilsan frá skúlanum.
Samkenslukort liggja í hesi mappuni.
Umboð fyri leiðslu og skúla eru við til jarðarferðina.
Skúlin sendir krans.
Um fyrrverandi starvsfelagi doyr ella missir hjúnafelaga/barn
Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið við blómutyssi og eini heilsan frá skúlanum.
Umboð fyri leiðslu og skúla eru við til jarðarferðina.
Skúlin sendir krans.
Tá vit fara túr við næmingum
Hetta skulu vit altíð hava við okkum
Fartelefon
Telefonlista (við nr. hjá skúla, næmingum og foreldrum)
Fyrstahjálpsskjáttu
Í minsta lagi tvey vaksin (trý vaksin, um ferðin er uttanlanda)
Um flokkur er fyri óhappi
Hendir eitt óhapp á túrinum verður beinanvegin boðað skúlanum frá.
Skúlin/leiðslan syrgir fyri, at eingin næmingur kemur einsamallur heim til tóm hús.
Skúlin/leiðslan syrgir fyri neyðugari kunning til heimini.
Skúlin/leiðslan syrgir fyri møguligari hjálp og vegleiðing komandi dagarnar.
Einans stjórin úttalar seg til fjølmiðlar o.o.
Skúlin eigur altíð at hava
Telefonlista (prestur, sálarfrøðingur, heilsusystir o.o.).
Samkenslukort frá skúlanum.
Faldara til starvsfólk skúlans um mannagongdir.
Neyðuga kunning til heimini.