Matarskipan

Matarskipan á Skúlatrøð
Matarskipanin á Skúlatrøð fevnir um at veita heilsugóðar og vælsmakkandi millummálar til allar næmingar á Skúlatrøð.
Fyri at kunna hugsavna seg, hava orku og yvirskot til ein skúladag við nógvum ymiskum avbjóðingum, er tørvur á góðari orku. Við matarskipanini vera vit við til at fremja trivnaðin og innlæringina eins og skapa matgleði og matmót hjá næmingunum.
Í løtuni eru tað nú bæði mið og hádeild sum matarskipanin fevnir um. Hetta verður víðkað til grunddeild, so hvørt sum umstøðurnar loyva tí, so sum útgerð og starvsfólk, seinni í ár.
Vit í køkinum fara at leggja dent á at nýta okkara skapanarevni soleiðis, at matarskráin so vítt møguligt fylgir teimum almennu kosttilráðingunum til børn og ung, m.a. at eta meira av grønmeti, frukt, kosttrevjum, minni søtt, salt og feitt og at eta meiri fjølbroytt. (Sí stutta filmsbrotið á heimasíðuni hjá fødevarestyrelsen her.) https://foedevarestyrelsen.dk/kost-og-foedevarer/alt-om-mad/de-officielle-kostraad/kostraad-til-professionelle-koekkener/kostraad-til-maaltider-i-skoler-og-kantiner
Vit leggja dent á gott samstarv, við bæði starvsfólk skúlans, foreldur, næmingar, eins og veitarar og starvsfelagar í køkinum.
Maturin, sum vit borðreiða, skal hava góða gósku, har vit leggja dent á at gera mat frá grundini.
Fyri at maturin skal gagnast næmingunum væl, meta vit kreativitet vera ein umráðandi partur av matarskipanini.
Vit ynskja at vera burðardygg. m.a. við at nýta stuttfluttar vørur, minka um matspill, gera brúk av restum fríggjadagar og so vítt gjørligt nýta mat, sum er eftur árstíðini.
Okkara visión er at styrkja okkara matmentan og matvanar, samstundis sum vit virða umhvørvið og leggja dent á mattilevnan (matdannilsi) hjá næmingunum.
Ein góður matpakki og ein góð millummáltíð hava stóran týdning fyri skúladagin sum heild. Skúlin vónar, at næmingar og foreldur taka væl ímóti hesi verkætlan.
Ein grein hjá Klaksvíkar kommunu um matarskipanina á Skúlatrøð er her