Góð ráð
Hesi ráð hava stóran týdning fyri skúlagongdina:
- at barn tykkara kemur væl svøvnt í skúla
- at barn tykkara hevur etið ein heilsugóðan morgunmat
- at barn tykkara møtir til tíðina
- at barn tykkara er væl fyrireikað
- at barn tykkara hevur ein góðan og sunnan matpakka
Minnist eisini til:
- tosið jaliga um skúlan heima
- ansið eftir, at øll eru við í felagsskapinum í flokkinum
- avmarkið góðgæti og køkur til felags tiltøk í skúlanum
- gerið avtalur í flokkinum um føðingardagar og gávur
- farið væl við bókum skúlans
Saman kunnu vit skapa bestu fyritreytir fyri góðari menning og læring!
Skúlastýrið á Skúlatrøð