SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
11. november 2026
Vitjaðu miðnám á Kambsdali
09. november 2026
First Lego League 2026
07. november 2026
Matarskráin fyri viku 46
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG
Hvat hendir?
ley.
19. des.
Jólafrítíð 19. desember - 3. januar
ley.
13. feb.
Vetrarfrítíð 13. februar - 21. febru…
mán.
15. feb.
Vetrarfrí
frí.
12. mar.
Skúla FM í íverksetan
mán.
15. mar.
Várroynd 7. og 9.fl
ley.
20. mar.
Páskafrítíð 20. mars - 29. mars
ley.
20. mar.
Páskafrí
týs.
13. apr.
Landsroynd 13. apríl - 16. apríl
frí.
23. apr.
Dýri Biðidagur 23. apríl
hós.
06. mai.
Kr. Himmalsfaradagur 6. mai
ley.
15. mai.
Hvítusunnufrítíð 15. mai - 17. mai
mik.
19. mai.
Skr. próv. 9 & 10. fl. 19. - 25. mai
hós.
27. mai.
Mun. próv. 9 & 10. fl. 27.- 15. juni
mik.
16. jun.
Próvhandan 9. & 10 flokkur 16. juni
frí.
18. jun.
Summarfrítíð 18. juni - 10. august

Vika 46 - 2026

Mánadagur
9. november
Røklar hesa vikuna
Zacharias, Birgit og Karin
Smátalarar/oyralurt
"Kært barn har mange navne"  - gott um næmingarnir hava smátalarar/oyralurt við "jack-stikki" við í skúla. Tað eru nøkur, ið enn mangla. 
Føroyskt
Heima: Les s. 28-29 í Dýr og dorg.
Síðani velja tit eini 5-10 reglur til upplestur, sum tit venja væl
Týsdagur
10. november
Vetrarhugni
Hey øll simul í 4.b
Í dag skipa vit fyri vetrartiltakinum hjá flokkinum.
Vit møtast við rennibreytina kl. 17, har vit fara at spæla nøkur spøl. 
Um 18 tíðina ganga vit yvir til Adrian (Gepetto), har Árni borðreiður við onkrum løttum (pylsum/pizza e.l.). 
Tey vaksnu eru eisini vælkomin við.
Hav eina 20 krónu við pr. persón.
Vegna fyrireikingarbólkin,

Ingolf, David, Árni og Kári
Føroyskt
Í skúlanum: s. 10 í Betri hondskrift og s. 31-33 í Nem Mál.

Vit lurta eftir søguni um "Ísgentan"
Støddfrøði
Heima: Rokna 1.53 - 1.55 í UPG 4
Enskt
heima: Lesið s.49-51.
Mikudagur
11. november
Ítróttur
Gentur: Fimlh
Dreingir: Svimjihøllin
Støddfrøði
Heima: Rokna 1.56 - 1.58 í UPG 4
Danskt
Heima: les s. 31-32 væl uppá.

Í skúlanum: vit lesa og arbeiða við navnorðum
Hósdagur
12. november
SSP: Góðir miðlavanar
Í dag fáa vit vitjan av SSP, sum kemur at greiða frá um góðar miðlavanar.  
SSP bjóðar til felags foreldrafund
Undir yvirskriftini "Góðir miðlavanar" bjóðar SSP til felags foreldrafund kl. 18.00. Fundurin er liðugur kl. 20.00.
Støddfrøði
Heima: Rokna 1.59 og 1.60 í UPG 4
Danskt
Heima: les s. 34-35 væl uppá.

Í skúlanum: vit lesa og skriva eina diktat
Fríggjadagur
13. november
Føroyskt
Lær teg hesi staviorð.

Í gjár var eg í svimjuhøllni. Har vóru nógv fólk. Eg ætlaði mær at kava, tí eg sá eina gentu, sum kavaði av hægstu vippu, men tá ið eg kom upp, tordi eg ikki. Tað var alt ov høgt, at eg bleiv bangin.

Skúlanum: Vit arbeiða víðari við "Ísgentan"
Nát/t
Skúlanum: Vit gjøgnumganga s. 52-55 í Gaia 4. + s. 19-22 í arbeiðsbókini

Fráboðan um fráveru

Frávera hjá næmingum verður fráboðað á heimasíðu skúlans.
Tit fara inn á heim og skúli og síðani inn á fráboðan um fráveru. Har útfylla tit teigarnar, og senda skúlanum boðini.
 

 

Katja Kjartansdóttir, flokslærari: Føroyskt, náttúra og tøkni, handarverk og list (Køk) og tvílærari í støddfrøði

Lydia Samson, flokslærari: Støddfrøði, enskt, søga, kristni, náttúra og tøkni og tvílærari í føroyskum.

Jeanni Lydersen: Danskt.

Maria Isaksen: Tvílærari í føroyskum (týsdag)

Ítrótt: Eyðstein Poulsen, Jákup Mikkelsen, Hanna Ovadóttir, Sunniva Waag Dam og Anna Elisabeth Gøte

Handarverk og list: Katja Kjartansdóttir (Køk), Eyðstein Poulsen (Telda/Útilív), Selma Høgnesen (Træsmíð), Sunniva Waag Dam (Evning), Anja Samuelsen (Handarbeiði) og Heini Ziska Dahl (Tónleik)

 

 

Smátalarar

 

Nú hava øll í 4.b fingið hvør sína teldu. Kunnu tit ogna tykkum líknandi smátalara við hasum stikkinum. 

Smátalarin skal liggja í skúlanum, so hann altíð er tøkur, tá vit brúka teldurnar.