Lærarastørv at søkja á Skúlatrøð frá 1. januar 2027

13. november 2026

Tvey tíðaravmarkaðið størv verða lýst leys at seta frá 1.januar 2027 og til skúlaárið 26/27 endar.
Søkt verður eftir:

Einum lærara í tíðaravmarkaðum starvi vegna barsilsfarloyvi á sertilboðnum. Eisini kann lærarin vænta at undirvísa í gentuítrótti. Setanarbrotið er 1,0.

Einum lærara í tíðaravmarkaðum starvi vegna barsilsfarloyvi. Flestu tímarnir eru í grunddeild við flokslæraraábyrgd . Eisini kann lærarin vænta at undirvísa í enskum í miðdeild og alisfrøði hádeild. Sentanarbrotið er 0,7.

Sí leinkju: Lærarastørv á Skúlatrøð frá 1 jan 2027