Mannagongd fyri skrivligar próvtøkur og royndir

Lærararnir í próvtøkulærugreinunum hava ábyrgd av at kunna næmingarnar um hesar mannagongdir og reglur til skrivliga próvtøku/roynd.

At goyma próvtøkuavrikið

Allir próvtakarar skulu duga at goyma eitt skjal, sum er skrivað í einum skriviforriti, sum PDF-skjal.

Próvtøkuavrik

Eyðkennisstrongurin skal tilskilast í øllum próvtøkuavrikum, sum verða latin til dømingar. Eyðkennisstrongurin skal tilskilast ovast á hvørjum arki.

At lata próvtøkuavrikið inn

Próvtøkuavrikið verður sum PDF-skjal latið inn umvegis geyma.
Skriva við ”Times New Roman”

  • Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
  • Reglumillumrúm 1.5
  • Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
  • Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu

Stílalongd

Stílalongdirnar eru vegleiðand. Avrikið verður fyrst og fremst mett eftir innihaldinum.

Føroyskt og danskt:

9. fl.: 3700 – 4900 tekn við millumrúmum

10. fl.: 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

Enskt:

9. fl.: 2500 – 3700 tekn við millumrúmum

10. fl. 3700 – 6100 tekn við millumrúmum

  • Loyvt er at nýta hjálparmiðlar
  • Gevið tykkum tíð at lesa stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt

Støddfrøði (fimisrokning og greiðslurokning)

Bæði í fimisrokning og greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond.
Eyðkennisstrongur skal tilskilast á øllum ørkunum, umframt at øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt.

  • Til fimisrokning er loyvt at nýta vanlig skriviamboð, so sum blýant, passara, linjál og vinkulmátara. Ikki er loyvt at nýta lummaroknara, roknitalvu og tílíkt
  • Til greiðslurokning er loyvt at nýta vanlig skriviamboð, umframt formlasavn, roknitalvur, lummaroknara, passara, linjál og vinkulmátara

Til próvtøkur og skrivligar royndir er týdningarmikið, at næmingurin er væl úthvíldur, og hevur neyðug hjálpiamboð við. Eisini eggja vit til, at næmingurin hevur vatn og heilsugóðan matpakka við.

Reglur fyri Skrivligar próvtøkur og royndir

  • Næmingar skulu møta 10 min., áðrenn royndin byrjar
  • Friður skal vera inni í royndarhølinum
  • Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum
  • Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni
  • Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod og líknandi við til roynd
  • Eftirlitsfólk skal fylgja við næmingi, um hann skal út úr próvtøkuhølinum, t. d. á vesi
  • Próvtøkutilfar kann ikki takast út úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er liðug
  • Leistur til framseting og fyrisøgn liggur á heimasíðu skúlans
  • Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir
  • Áðrenn næmingurin fer úr próvtøkuhølinum, skal umsjónarfólk góðkenna og skjalfesta innlating
  • Um næmingur møtir ov seint til próvtøku, avger skúlastjórin, um næmingurin fær atgongd til próvtøkuhølið
  • Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, tekur skúlastjórin avgerð um burturvísing