Nú nærkast til konsertirnar Operaperlur, har skúlakórini luttaka.
Leygardagin 21. februar kl.15-16:30 fara vit at venja í Varpinum og fríggjakvøldið 27. februar kl.18 verður aðalroynd.
Konsert og atgongumerkir
OPERAPERLUR er ein klassisk teaturkonsert fyri alla familjuna.
Á skránni verða ariur, duettir og kórverk úr kendum operum, á bæði týskum, fronskum, italskum og enskum – men eisini við spildurnýggjum, føroyskum týðingum. Harumframt verða stuttligar frásagnir og sjónleikainnsløg.
Solistar verða Birita Adela Davidsen og Herfinnur Árnafjall, saman við Klaksvíkar Manskóri, báðum skúlakórunum á Skúlatrøð og Operettunum hjá Opera.fo. Polina Fradkina hevur klaverfylgispælið, og Annfinnur Heinesen verður vertur.
Framførslurnar verða:
Ley. 28/2-26 kl. 18:00
Sun. 1/3-26 kl. 18:00
Atgongumerkjasølan byrjar 1. februar.
Atgongumerkir til konsertina 28. februar kunnu keypast her: Leinki til atgongumerki 28. feb..
Soldátasangurin
Vinstra, høgra, vendið! statt
Kom, soldatar, standið rætt!
Hoyrið trompeturnar
Ta ra ta ta - ta ra ta ta
Vit marsjera lýtaleyst
Høvur høgt, við góðum treyst
Til reiðar, allir á rað
eitt… tvey… og far avstað
Herðar aftur, bringu fram
Hábærsligir, jú mín sann!
Armarnar við tykkar lið
Gevið ans og syngið við:
Vinstra, høgra, vendið! statt!
Kom soldatar, standið rætt!
Hoyrið trompeturnar
Ta ra ta ta - ta ra ta ta
ta ra ta - ta ra ta taa
ta ra ta - ta ra ta - ta ta
ta ra ta - ta ra ta
ta ra ta - ta ra ta
ta ra ta
ta ra ta ta taaa
Vit marsjera lýtaleyst
Høvur høgt, við góðum treyst
Vit marsjera, kom og sjá
eitt… tvey… vit halda á
Herðar aftur, bringu fram__
Hábærsligir, ja mín sann!__
Armarnar við tykkar lið
Gevið ans og syngið við:
Vit syngja við - syngja við
Ta ra ta - ta ra ta - ta ra ta -
ta ta taaaa - -
ta-ta-ta taa
Soldátasangurin - ljóð