Frávera og uppmøting
Er barn tykkara er sjúkt, skal tað fráboðast. Tit kunnu senda okkum sms ella lata barnið hava seðil við, tá ið tað kemur aftur í skúla. Um vit ikki fáa boð, verður tað frámerkt í fráverubókina sum "uttan loyvi".
Um tit ynskja at biðja um frí í ein ella tveir dagar, kunnu tit fáa loyvi frá flokslærarunum frammanundan.
Ynskja tit fríloyvi til barnið í meira enn tveir dagar, mugu tit skriva teldupost til Skúlatrøð. Teldupostadressan er: skulatrod@skulin.fo
Foreldrabólkar
Á foreldrafundi blivu tríggir foreldrabólkar skipaðir.
Endamálið við foreldrabólkunum er at styrkja felagskensluna hjá næmingum/foreldrum og at økja um trivnaðin í flokkinum.
Foreldrabólkarnir skipa fyri einum tiltaki um árið. Tað kann vera ein hugnaløta, útferð o.s.fr.
Foreldrini taka sjálvi stig til nær tiltakið verður, men hóskandi er, um foreldrabólkur 1 hevur eitt tiltak um heystið, bólkur 2 eitt við ársbyrjan/móti vári og bólkur 3 eitt móti sumri.
Bólkur 1 - ábyrgd Durita Thomsen:
Henry Rahim, Naomi, Gunhild, Emily T., Emily R., Astrid Elisabeth og Elisabet
Bólkur 2 - ábyrgd Elin Linklett:
Freddy, Karl, Ári, Teitur, Sissal Ró, Aron, Jóas, Rókur, Louis og Boas L.
Bólkur 3 - ábyrgd Annika Kunoy Im
Fríða Sólja, Halgerð, Alexandra, Olivia, Silvia, Boas K. og Siri