SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
20. desember 2024
Ein jólaheilsan frá 1.a
20. desember 2024
Jólaguðstænasta
19. desember 2024
Myrna Lind Jacobsen sett sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

25. sept. 2024

Foreldrabólkar

Á foreldrafundinum 23. september 2024 avgjørdu foreldrini at halda áfram við verandi foreldrabólkum. Bólkarnir eru teir somu, men hava býtt um árstíðir.

Bólkarnir eru hesir:

Heyst/vetur: Benjamin, Eva, Jóhannes, Eyðun, Róar, Vón, Jónatan, Elsba, Rósa, Hildigunn og Ava Lín.

Vár/summar: Bjørt, Saloma, Boas, Sámuel, Diana, Maria Davida, Ró, Rani, Jan, Uni, Teitur og Anna Elisabeth.

Foreldrabólkarnir skipa fyri einum tiltaki, ið kann vera við til at skapa trivna í flokkinum. Hetta kann t.d. vera ein hugnaøta, ein gangitúrur, súklutúrur osfr.

Kunning

22.08.2024

At lesa uppá

Góðu foreldur,

nú vit byrja nýtt skúlaár, fara vit at lesa úr bókini “Finka”.

Tá ið lisið verður uppá heima, verður hetta gjørt á sama hátt, sum vit plaga. Lisið verður uppá saman við einum vaksnum. Lesið tekstin í minsta lagi 3 ferðir og minnist til at peika undir orðini, so hvørt lisið verður.

Vinaliga lesið síðu 184, 185 og 186, sum eru vegleiðingar til tykkum foreldrum til at lesa uppá og um lesing saman við barninum annars.

Í fyrstu syftu lesa øll í flokkinum úr “Finku” og arbeiða í tilhoyrandi arbeiðsbókum. Tó verður lesitilfarið tilpassað summum næmingum, vísir tað seg, at lesnaðurin verður ov torførur. Hesi foreldur fáa boð um hetta.

Sjúka, frávera og fríloyvi

Tað er umráðandi, at tit boða flokslærarunum frá, um barn tykkara er heima vegna sjúku. 

Um tit ynskja at biða um frí vegna aðra orsøk, so kunnu flokslærararnir geva næminginum frí upp til 2 dagar.

Um tit ynskja at biða um frí frá skúlanum fleiri dagar enn hetta, so er neyðugt at biða um fríloyvi frá leiðslu skúlans við at senda ein t-post til: skulatrod@skulin.fo.

Foreldrabólkar

Á foreldrafundinum 22. august 2023 avgjørdu foreldrini at gera tveir foreldrabólkar.

Bólkarnir eru hesir:

Heyst/jól: Bjørt, Saloma, Boas, Sámuel, Diana, Maria Davida, Ró, Rani, Jan, Uni, Teitur og Anna Elisabeth.

Vár/summar: Benjamin, Eva, Jóhannes, Eyðun, Róar, Vón, Jónatan, Elsba, Rósa, Hildigunn og Ava Lín.

Foreldrabólkarnir skipa fyri einum tiltaki, ið kann vera við til at skapa trivna í flokkinum. Hetta kann t.d. vera ein hugnaøta, ein gangitúrur, súklutúrur osfr.